
- Vit hava nú gjørt tað, sum man í minsta lagi kundi kravt av okkum: Vunnið dystirnar móti Gibraltar. Av tepru tapunum er tað serliga tað í Montenegro, sum iðrar okkum, tí tað var 0-0 í yvirtíðini. Vit hava møguleikan at at taka Montenegro og fara eftir tí.
Soleiðis legði Eyðun Klakstein út á dagsins tíðindafundi - undan dystinum móti Montenegro. Talan er um eitt lið, um føroyingar vita, at teir kunnu vinna á, um man rakar dagin: Kekkia, og serliga Kroatia, eru truplari at vinna á enn Montenegro, staðfestir landsliðsvenjarin.
Men hvat skal til í morgin?
- Vit skulu halda fast í teimum tingunum, sum vit eru góðir til. Vit eru sum heild nøgdir við avrikini higartil, men okkum vantar at fáa 1-2 mál afturat burturúr okkara møguleikum, fyri at tað verður heilt gott.
Hans Erik Danielsen, miðlaovasti, Eyðun Klakstein, venjari, og Odmar Færø á dagsins tíðindafundi
- Kanska besti verjupartur hjá Føroyum higartil
Júst tað at halda fast í "tí góða grundarlagnum og góðu tingunum", sum føroyingar hava skapt og gjørt, var Odmar Færø eisini inni á. Og tað byrjar við verjupartinum, sigur royndi miðverjin
- Man byggir lið uppá at halda málið reint. Tað hava vit eisini sæð eydnast í føroysku kappingini ofta. Um man megnar at halda nullið, so gevur tað størri sannlíkindi fyri at fáa stig. Tá vit spældu móti Kroatia, kendu vit, at man var við allan vegin. Tí vit lata bert eitt mál inn - í mun til tá Kekkia og Montenegro spældu móti Kroatia og lótu nógv mál inn.
Sí eisini: Bert spælt tættar dystir seinasta stóra árið
Spurdur um hvat føroyingar serliga høvdu arbeitt við í vikuni, segði Eyðun Klakstein, at tað fyrst og fremst júst var við smálutum í verjuspælinum; at stramma upp uppá nøkur ting.
52-ára gamli landsliðsvenjarin heldur, at føroyski verjuparturin helst ikki hevur verið sterkari enn tað sama.
- Eg trúgvi tí, sum Eyðun sigur. Kenslan er heilt víst, at tað er støðufesti, staðfestir royndi Odmar Færø smílandi.
Odmar Færø fegnast um, at Føroyar hava sterkan verjupart og eru væl við í øllum dystunum. - Onkutíð vantar okkum líka tað seinasta, sigur elsti landsliðsspælarin (Mynd: Sverri Egholm)
- Vit trívast væl í regni og vindi
Tað er satt heystarveður í Føroyum, og hetta hóvar heilt víst betri føroyingunum enn spælarunum frá Balkan.
- Teir tykjast at knarra eitt sindur um umstøðurnar, og tað er super fyri okkum. Vit trívast væl í regni og vindi. So vit skulu nokk bjóða teimum "vælkomnar her" - á tí vøllinum, sum teir halda er plastik, helt Eyðun Klakstein fyri heldur speiskliga.
Sí eisini: Landsliðsvenjarin og løgmaður tosa taktikk
Annars fegnaðist Eyðun Klakstein um, at hann hevur nógvar møguleikar at broyta dystin frá bonkinum - tó at Hallur Hansson ikki er tøkur til dystin í morgin.
Júst hvat Montenegro kemur við er kanska heldur torført at siga, tí liðið hevur skift venjara, helt føroyski venjarin fyri at enda áðrenn farið varð út til venjing.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, hósdagin 8. september
19.45: Føroyar - Montenegro
Til ber at keypa atgongumerki her
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Átta dystir skulu spælast í bólkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald