Fótbóltur

Hava bert spælt tættar dystir seinasta stóra árið

Eins og í Nations League í fjør, hevur munurin í øllum dystunum hjá Føroyum í ár í mesta lagi verið eitt mál. Nógv bendir á, at tað eisini verður tætt á Tórsvølli hóskvøldið.

Brandur Hendriksson Olsen og teir fara eftir at koppa tað sín veg móti Montenegro hesaferð. Í mars glapp stigið av hondum í 95. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen og teir fara eftir at koppa tað sín veg móti Montenegro hesaferð. Í mars glapp stigið av hondum í 95. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-08 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ikki síðani 3-0 tapið á heimavølli fyri Kekkia í juni 2023, hevur tað av álvara verið greiður munur á máltalvuni, tá føroyska manslandsliðið hevur spælt kappingardyst.

Á heysti 2023 taptu Føroyar tvær ferðir 2-0 fyri Póllandi í EM-undankappingini, men í útidystinum var 0-0, tá 18 minuttir vóru eftir. Síðani sló Robert Lewandowski til tvær ferðir.

[object Object]Robert Lewandowski skoraði bæði málini í Varsjava, har Føroyar vitjaðu 7. september í 2023 (Mynd: Sveri Egholm)

Seinastu 13 kappingardystirnar hjá manslandsliðnum (Nations League + HM/EM-undankapping) hevur í mesta lagi eitt mál verið á muni á máltalvuni. Føroyar hava vunnið tríggjar av hesum dystunum, spælt fýra javnar og tapt seks teirra.

Í undankappingini til EM 2024 eydnaðist ikki at fáa sigurin, og tað gjørdi tað heldur ikki í fýra royndum undir Håkani Ericson í Nations League í fjør - hóast Føroyar vóru nær við móti serliga Armenia á heimavølli.

Við fyribils venjaratoymi í november, so at siga júst tað sama sum tað núverandi, eydnaðist at vinna í Armenia, og í ár hava Føroyar liva upp til favorittleiklutin tvær ferðir móti Gibraltar.

Í annaðkvøld fara Eyðun Klakstein og hansara menn eftir sigri móti einari nakað hægri styrkismettari tjóð. So at siga alt bendir á ein javnan dyst. Hetta við Montenegro, sum nummar 80 í heiminum, sum lítlum favoritti á pappírinum. Føroyar hava tó áður vunnið á Montenegro í U21-høpi, samstundis sum føroysk lið standa seg betri enn tey úr Montenegro í Evropa - innanýsis og samanlagt.

Føroyar og Montenegro eru jøvn í stigum eftir fimm dystir hvør í HM-undanbólkinum - føroyingar hava betri málúrttøku eftir tveir teprar sigrar og trý tepur tap. Allir átta dystirnir við Eyðuni og Atla Gregersen eru endaðir við eitt-máls sigri ella eitt-máls tapi. Dysturin móti Montenegro í morgin verður tann triði higartil á heimavølli.

[object Object]
Føroyar taptu 1-0 í Montenegro í mars eftir mál, sum kom í evstu løtu. Hetta var fyrstu ferð, at manslandsliðini hjá londunum hittust (Mynd: Sverri Egholm)

Úrsltini undir Eyðuni Klakstein og toymi
Nations League november 2024:
Armenia - Føroyar 0-1
Norðurmakedónia - Føroyar 1-0

Hinir fýra dystirnir hjá Føroyum í bólkinum: Tríggir javnleikir á Tórsvølli (omanfyri nevndu mótstøðulið umframt Lettland) og 1-0 tap í Lettlandi

HM-undankapping 2025: 
Kekkia - Føroyar 2-1
Montenegro - Føroyar 1-0

(Venjingardystur: Georgia - Føroyar 1-0)
Føroyar -  Gibraltar 2-1

Føroyar - Kroatia 0-1
Gibaltar - Føroyar 0-1

Tøl: faroesoccer.com og FSF

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Hósdagin 8. september
19.45: Føroyar - Montenegro

Til ber at keypa atgongumerki her

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 6 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

Átta dystir skulu spælast í bólkinum.


Meira tilfar frá tíðindafundi og venjing hjá Føroyum seinnapartin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder