
Teir eru javnngamlir, hava spælt nógv fótbólt saman og hava eisini vunnið fleiri heiðursmerki til KÍ. Í dag er annar løgmaður, meðan hin er landsliðsvenjari.
Talan er um tveir heitir sessir, sum fólk hava nógvar meiningar. Aksel V. Johannesen og Eyðun Klakstein eru samdir í, at løgmaður hevur eitt nakað meira ábært starv - tó er HB-starvið í minsta lagi nær við, heldur klaksvíkingurin í løgmanssessinum fyri.
Hann og venjarin á manslandsliðnum hittust til kaffiprát í Tinganesi fyri stuttum, og FSF-varpið var við.
Sí video ovast ella á youtube-rásini hjá FSF.r
Løgmaður og landsliðsvenjarin tosaðu millum annað um gamlar dagar í Klaksvík, taktik í fótbólti og politikki, og hvussu tað er at sita í slíkum sessum.
Í mun til taktiska helt Aksel V. Johannesen fyri, at tað kann vera torført at fáa allar samgongulimirnar - í hesum førum 18 - at fylgja somu ætlan. Nakað líknandi skal Eyðun Klakstein fáa at ganga upp; tó ikki á júst sama hátt.
Menninir, ið eru føddir í 1972, settu eisini orð á hvønn annan sum fótbóltsspælara. Eyðun Klakstein staðfesti, at hann hevði nýtt Aksel Johannesen sum "kvikan og vandamiklan vong". Um tað hevði verið á vinstra vonginum ella høgra vonginum, nevndi royndi venjarin einki um.
Næsta stóra uppgávan hjá landsliðsvenjaranum er at seta og fyrireika liðið til HM undankappingardystirnir móti Montenegro og Kekkia, sum verða á Tórsvølli hósdagin (klokkan 19.45) og sunnudagin (klokkan 17).
Sí eisini: Skulu stríðast um 3. plássið á Tórsvølli hóskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald