Føroyska talvlandsliðið hevur nú lagt seg á odda í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta.
Monako er tó beint í hølunum á Føroyum. Monako hevur eisini vunnið allar sínar dystir og hevur 13 borðstig eins og Føroyar. Føroyska leiðslan er tí sera tepur og grundað á ytstu fínteljingina.
Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Jersey. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði javnt á fjórða borði. Blaðungir telvarar mannaðu aftaru borðini hjá Føroyum í dystinum í dag. Luitjen er 15 ár og Jón 16. John Rødgaard hevði frí í dag.
Hini úrslitini í fjórða umfari í dag:
Monako-Luksemburg 3-1
Kyprós-Guernsey 2-2
Andorra-Kvinnuúrvalslið 4-0
Liktinstein-Malta 2-2
Støðan eftir umfar:
Føroyar 8 stig (dystarstig)
Monako 8 stig
Kyprós 7 stig
Andorra 5 stig
Luksemburg 4 stig
Guernsey 3 stig
Malta 2 stig
Liktinstein 1 stig
Jersey 1 stig
Kvinnuúrvalslið 1 stig
Støðan eftir fjórða umfar
Monako í morgin
Í morgin er aftur tvíumfar á skránni. Morgundysturin hjá Føroyum verður móti vertunum av Malta, og seinnapartin verður tað, sum mest er farið at líkjast einari finalu millum oddaliðini Føroyar og Monako. Monako hevur stórmeistarar á bæði 1.- og 2. borði, men samanlagt hevur Føroyar hægri miðalstyrkital fyri fýra teir sterkastu telvararnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald