Fótbóltur

Føroyar bjóðaðu Íslandi av allan vegin

(30-29) Tað kundi tað sama verið endað við føroyskum sigri í Reykjavík. Tað var serliga seinni hálvleikur, ið eydnaðist væl, og talan var um góða upphiting til EM.

Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi føroyska spælinum meginpartinum av dystinum. Tað var í 7 móti 6, ið eydnaðist væl. Kiel-spælarin fekk veruliga gongd á málskjótingina eftir steðgin (Mynd: mbl.is)

Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi føroyska spælinum meginpartinum av dystinum. Tað var í 7 móti 6, ið eydnaðist væl. Kiel-spælarin fekk veruliga gongd á málskjótingina eftir steðgin (Mynd: mbl.is)

2023-11-04 20:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár taptu Føroyar 39-24 í fyrra EM-fyrireikingardystinum millum Ísland og Føroyar og Reykjavík. Seinni dysturin í dag var munandi betri, har føroyska liðið til tíðar fekk víst seg frá sínari bestu síðu. 7 móti 6 spælið við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu mitt fyri koyrdi sum heild heilt væl gjøgnum tað mesta av dystinum, Føroyar fingu stýrt leikferðini meira, og verjan var í løtum krútsterk við Nicholas Satchwell í málinum og millum annað Teis Horn Rasmussen mitt fyri.

Ísland byrjaði og endaði 1. hálvleik væl betri, men annars vóru føroyingar væl við. Spælt var í yvirtali í álopinum frá byrjan, Bjarni í Selvindi og Kjartan Johansen, sum als ikki spældu í gjár, byrjaðu inni í dag á hvør sínum bakki. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Bjarna, og stóð 21-ára gamli skálamaðurin seg ógvuliga væl: Bjarni tordi at fara nakrar ferðir, skeyt væl og hevði nakrar góðar fríspælingar.

Spælið varð gott, eftir at tað var eitt sindur trilvandi hjá Elias og teimum fyrstu løtuna. Nakrir brendir møguleikar móti sterka íslendska málverjanum kostaðu eisini, men tað var umráðandi, at Hákun West á Teigum kom til fleiri málmøguleikar í dag, enn í gjár, tá hann bert skeyt einaferð. Í kvøld gjørdist høgri vongurin úr Füsche Berlin føroyskur toppskjútti við níggju málum, og var hann í flestu førum púra tryggur.

Føroyska verjan ernaðist eisini, og sum Hondbóltssamband Føroya skrivar, so vóru Føroyar betra liðið í seinna hálvleiki. Nicholas Satchwell í málinum hevði nógvar góðar bjargingar, og eftir 16-12 til Ísland í steðginum, gjørdist tað skjótt føroysk leiðsla í seinna hálvleiki.

Ísland noyddist at seta størstu stjørnuna Ómar Inga Magnusson inn í fyrra hálvleiki, tá stígur var komin í, og hann, Áron Pálmarsson og hinir noyddust at spæla við fullum úrblástri fyri at koppa Føroyum. Nýggi íslendski venjarin, Snorri Steinn Guðjónsson, viðurkennir eisini, at teir høvdu trupult at tálma Føroyum. Elias á Skipagøtu fann veruliga stórspælið fram eina løtu í 2. hálvleiki, og íslendska verjan hevði høvuðbrýggj. Vilhelm Poulsen kom eisini inn og vísti seg væl fram.

Tað var ein ógvuliga javnur dystur seinastu løtuna, har heimaliðið var stinnari og tryggjari í skotunum. Viktor Hallgrímsson kom inn aftur seinastu minuttirnar og hevði nakrar stórbjargingar, og tað endaði 30-29.

- Sum heild var talan um ein flottan føroyskan dyst, har okkara vístu, at teir kunnu bjóða teimum allarbestu upp til dans. Talan var um eina uppreisn í mun til dystin í gjár, og var hetta ein góður endi á venjingarleguna hesa vikuna.

Soleiðis skrivar HSF. Tað sigur eisini eitt sindur at fara frá minus 15 til minus 1 uppá undir eitt samdøgur. Venjaratoymið roteraði eisini rímiliga nógv í dag, og fleiri ting eydnaðust bara betri. Tað sigur eisini eitt sindur, at man kann spæla so væl upp móti einum liði sum Íslandi.

Næstu dystirnir hjá Føroyum vera tveir venjingardystir móti Belgia. Hesir verða spældir í Høllini á Hálsi, ávikavist fríggjdagin 5. januar og leygardagin 6. januar.


EM-fyrieikingardystur, nummar tvey
Laugardalshøllin, leygardagin 04.11
Ísland - Føroyar 30-29 (16-12)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 9
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6(2)
Vilhelm Poulsen 4
Leivur Mortensen 3
Rói Berg Hansen 2
Bjarni í Selvindi 2
Teis Horn Rasmussen 2
Óli Mittún 1

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 10 

Dystargongdin 
5 min. 4-2
10 min. 7-3
15 min. 9-7
20 min. 11-11
25 min. 14-11
30 min. 16-12
35 min. 17-16
40 min. 20-19
45. min. 21-23
50 min. 24-24
55 min. 26-26
60 min. 30-29


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder