Oyggjaleikir 2023

Føroyar bronsu í liðskjóting – skeet

Brøðurnir Jóhann og Tórur Fløtt mannaðu føroyska liðið í dag.

Tórur Fløtt - myndin er frá Gibraltar 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tórur Fløtt - myndin er frá Gibraltar 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-09 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar fingu bronsuheiðurstekin, tá brøðurnir Jóhann og Tórur Fløtt gjørdust triðbestir í liðkappingini í olympiskari skeet-skjóting.

Johnny Lindstedt og Fredrik Melin úr Gotlandi vunnu gull við 171 dúgvum tilsamans, Bengt-Oluf Lindgren og Marcus Påvals úr Álandi vunnu silvur við 166, meðan Fløtt-brøðurnir vunnu bronsu við 156. Jóhann fekk 84 og Tórur 72 dúgvur í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder