Fótbóltur

Føroyar byrja móti Lettlandi í Baltic Cup

Kvinnurnar fyrireika seg í hesum døgum í Riga til seinastu dystirnar í ár. Her er nakrar myndir frá venjingini í gjár.

Tað verður ikki farið inn til uppgávuna í blindum, men her venja kvinnurnar samskifti saman við bóltførleika (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)

Tað verður ikki farið inn til uppgávuna í blindum, men her venja kvinnurnar samskifti saman við bóltførleika (Mynd: Jakoba Svensdóttir/fsf.fo)

2024-10-23 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar endaðu EM-undankappingina væl í juni við sigrum á Montenegro og Andorra.

Seinastu dystirnir í 2024 eru í Baltic Cup, nú í vikuni eftir at landskappingin er av.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ofta luttikið í hesari venjinarkappingini áður. Menninir spældu eisini Baltic Cup í summar.

Føroyski hópurin hevur verið saman í Riga hesa vikuna, og í morgin, hósdagin 24 oktober, klokkan 17:00 spæla Føroyar og Lettland á LNK Sporta Park í Riga.

Seinni dysturin verður sunnudagin móti Litava ella Estlandi.

Sí myndir frá venjing, sum Jakoba Svensdóttir tók fyri FSF:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder