Annað

Føroyar einsamallar á odda í smálandakappingini

Helgi Dam Ziska vann, hinir telvaðu javnt, móti Monako í gjárkvøldið.

2021-12-02 06:56 Author image
Innsent
placeholder

Føroyska talvlandsliðið vann í gjárkvøldið 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi á Malta.

Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistarnum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt. 

Føroyar hava nú, sum einasta tjóðin, vunnið allar seks dystirnir í kappingini higartil. Trý umfør eru nú eftir – og ein toppdystur aftrat. Fyrr í gjár vunnu Føroyar 3½-½ móti vertunum, Malta.  

Kýpros hevur heldur óvæntað lagt seg út í toppstríðið við fimm sigrum og einum javnleiki. Føroyar og Kýpros telva fríggjadagin.

Í dag er dystur móti einum kvinnuúrvalsliði, sum er aftast í kappingini. Kvinnurnar loysa av San Marino, sum gav avboð. Í síðsta umfari leygardagin telva Føroyar og Guernsey.

Føroyska landsliðið miðar nú eftir at vinna allar dystirnar.

Helgi Dam Ziska skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin móti Monako:

- Dysturin ímóti Monako gekk eftir bókini. Høgni tók ein skjótan javnleik við svørtum, eins og vit høvdu tosað um undan dystinum. Stutt eftir tók Luitjen eisini javnt, somuleiðis við svørtum. Tá var støðan á hinum borðunum tann, at bæði John og eg høvdu fingið tryggan fyrimun við hvíta fólkinum. Vit telvaðu báðir at kalla um tvey úrslit – sigur ella javnleik – sum er ein ynskistøða, tá ið man telvar liðkapping. Eg vann mítt talv rímiliga greitt, og so tryggjaði John dystarsigurin við remis í sínum talvi.

Hini úrslitini í sætta umfari:
Kýpros - Jersey 3½-½
Andorra - Luksemburg 2-2
Liktinstein - Guernsey 1-3
Malta - Kvinnuúrvalslið 3½-½

[object Object]
Nýggjar tíðir! Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska – um nakar kennir! Korona-krøvini eru strong á Malta. Telvararnir verða dagliga kannaðir og sita við munnbindi undir dysti

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder