Fótbóltur

Føroyar eru framvegis væl við í dystinum

Leingi sera fá mál, ágangandi verjur, góðir málverjar, reytt kort og rímiliga javnt allan veg; tað er inntenst og spennadi í Farum Arena, har Montenegro er á odda 11-9 í steðginum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-06-13 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein lívlig byrjan í Farum Arena, har hálvleikur er nú. Montenegro dekkaði álopskent og aggresivt frá byrjan, og føroyingarnir hava skula arbeitt hart fyri at koma til opin skot og hava møtt nøkrum høðrum takklingum á vegnum. Í hinum endanum kom føroyska verjan væl frá byrjan, og hóast munur er á støddini, so hevur Montenegro ikki skorað nógv mál í skipaðum álopsspælið.

Fyrstu tvey føroysku málini komu, eftir at føroyskir leikarar fingu væl fatur á returbóltum - bjargingum frá Nebosja Simic sum hevur staðið sera væl í málinum hjá Montenegro. Hann hevur millum annað fleiri tikið opnar møguleikar, og Føroyar hava eisini brent bæði sínu brotsskøst móti Simic. Í hinum endanum hevur Nicholas Satchwell spælt ein góðan fyrra hálvleik, og Tórður Guttesen kom inn og bjargaði einum brotskasti frálíka væl.

Eftir at tað var so at siga púra javnt fyrstu stóru tjúgu minuttirnar, trekti Montenegro nakað frá. Málini komu lættari og títtari, og nøkur eru komin við kontraálopum, eftir at Føroyar hava blakað bóltin vekk í álopinum. Fyritreytirnar hjá Føroyum gjørdist truplari, tá Kjartan Johansen fekk sína triðju útvísing longur eftir 19 minuttir. Harvið er toppskjúttin frá Ukreina-dystinum liðugur fyri í dag. Alt er tó opið undan seinna hálvleiki.

Rói Berg Hansen er føroyskur toppskjútti við fýra málum. Allir leikarar hjá Føroyum uttan Tróndur Kragesteen og Peter Krogh hava verið á vøllinum.

EM-undankapping - 5.umfar
13.06 - Farum Arena

Føroyar - Montenegro (9-11)

Føroyska liðið frá byrjan: Nicholas Satchwell - Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal (Hans Eli Sigurbjørnsson í álopinum), Rókur Akralíð, Jónas Gunnarson Djurhuus, Rói Berg Hansen

Útvísingar: Kjartan Johansen (3) - reytt kort, Brandur Halgirsson


Føroysku málskjúttarnir: 
Rói Berg Hansen 4
Rókur Akralíð 2
Allan Norðberg 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Áki Egilsnes 1

Dystargongdin:
5.min: 1-2
10.min: 3-3
15.min: 4-4
20.min: 6-6
25.min: 7-9

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder