Hondbóltur

Føroyar eru styrkismettar í triðja bólkinum

Lutakastið til fyrsta part av HM-undankappingini verður í komandi viku. Dystirnir verða leiktir síðst í november ella fyrst í desember.

Føroyar skulu um áleið fimm mánaðir dystast í HM-undankappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar skulu um áleið fimm mánaðir dystast í HM-undankappingini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-30 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin 8. juli kl. 14.00 verður lutakastið til komandi HM-undankappingina hjá kvinnum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandi Føroya

17 lið eru við í hesum fyrsta partinum av kappingini, og tey eru styrkismett í fýra bólkar. Føroyar eru styrkismettar í triðja bólki - omanfyri Grikkaland og Luksemborg.

Tveir bólkar verða við fýra liðum, og tveir bólkar verða við fimm liðum. Liðini í bólkinum spæla einaferð ímóti hvørjum øðrum - á sama staði. Dystirnir verða leiktir seinasta vikuskifti í november ella fyrsta vikuskifti í desember. 

Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari og skulu í apríl 2021 spæla tveir play-off dystir, úti og heima, móti liðunum, sum eru styrkismett omanfyri. Talan er um tey londini, ið eru við til komandi EM-endaspæl og sum ikki eru beinleiðis víðari til HM 2022: Kroatia, Kekkia, Danmark, Frakland, Týskland, Ungarn, Montenegro, Noreg, Pólland, Rumenia, Russland, Slovenia, Serbia og Svøríki.

Styrkisbólkarnir:
1 Eysturríki, Hvítarussland, Slovakia, Turkaland og Makedonia.
2 Ukraina, Italia, Sveis, Íslands og Portugal.
3 Litava, Føroyar, Kosova, Ísrael og Finnland.
4 Grikkaland og Luksemborg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder