Hondbóltur

Føroyar farnar til endaspælið við sterkum og spennandi hópi

U21-liðið er samansett av millum annað A-landsliðsspælarum og profilum úr føroysku kappingini. - Eg haldi ikki, at liðið sum so hevur verið sterkari fyrr, sigur Óli Mittún, sum er allarstørsti profilurin.

Føroyski hópurin undan fráferð úr Vágum. Ein sterkur hópur har spælararnir kenna hvønn annan heilt væl (Mynd: HSF)

Føroyski hópurin undan fráferð úr Vágum. Ein sterkur hópur har spælararnir kenna hvønn annan heilt væl (Mynd: HSF)

2025-06-17 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi ikki, at vit hugsa um enn, hvussu langt vit skulu røkka. Vit hugsa fyrst og fremst um bólkin hjá okkum og vilja sjálvandi koma víðari har frá. Tó skal sigast, at á einum góðum degi hjá okkum, er tað so at siga bara Spania, ið kann vinna á okkum.

Soleiðis svaraði Óli Mittún, tá vit spurdu nummar 78 um málið hjá føroyska U21-landsliðnum í HM endaspælinum í Póllandi, sum byrjar í morgin.

Spania hevur vunnið øll endaspølini hjá hesum árgangunum og er stórfavoritturin hesaferð eisini. Sambært føroyska stjørnuspælaranum og toppskjúttanum av øllum í U18 EM og U19 HM er føroyska toppstigið so høgt, at øll onnur skulu ræðast.

[object Object]
Eingin yvir honum: Óli Mittún er størsti føroyski profilurin - hann er eisini eitt av allarstørstu nøvunum í allari heimsmeistarastevuni. Her flýgur hann á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Vit fingu eisini Óla at meta um, um hópurin við 05- og 04-árgangunum nakrantíð hevur verið sterkari:

- Eg haldi ikki, at liðið sum so hevur verið sterkari fyrr. Vit síggja millum annað nú, hvussu væl leikarar sum Høgni Heinason og Trúgvi Hávardsson spæla í Føroyum. Men hesuferð sleppa vit tíðanverri ikki at fáa styrk frá yngra landsliðinum við, sum er sjálvandi sera keðiligt. So torført at siga men eg veit í øllum førum, at vit allir eru sera spentir, og gleða okkum ómetaliga nógv til ein “last dance”.

Sí eisini: Óli Mittún: - Fantastiskt at fáa ein seinasta dans við vinmonnunum

Jákup Egholm frá 2007-árganginum hevur seinastu endaspølini verið við, men høgri vongurin skal hetta summarið hugsavna seg um U19-HM.

Teir spælararnir, sum Óli Mittún nevnir omanfyri, eru tveir av teimum, sum hava víst størst framgongd í árgangunum. Tvey tey seinastu árini hava teir verið millum bestu ungu spælarar í Burn-deildini, og Høgni Heinason varð fyri kortum kosin ársins spælari og ársins ungi spælari. 

[object Object]
Høgni Heinason var ikki við til U19 HM fyri tveimum árum síðani vegna skaða. Síðani er hann komin nógv sterkari aftur - her sæst hann til EM-endaspælið í fjør (Mynd: EHF/Kolektiff) 

[object Object]Trúgvi Hávardsson til U19 HM í Kroatia, har hann vísti heilt góðar taktir - síðani hevur ungi strandingurin ment seg nógv (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli, Heini og Trúgvi fara helst saman at manna bakketuna í løtum, og tað eigur at verða stuttligt at hyggja at - og ein marra hjá verjum. Umframt komandi GOG-spælarin eru Aleksandar Sasha Lacok og Ísak Vedelsbøl A-landsliðsspælarar. Sasha skal hava nakrar góðar dystir í málinum, meðan vinmaðurin og Sävehof-spælarin hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í EM-undankappingini og skal nú gera stóran mun í verju og álopi á U21-stigi. Teir vóru longu við til U21 HM fyri tveimum árum síðani.

Rókur Ziskason kann eisini fáa stóran leiklut í báðum endum av vøllinum, eins og Høgni Højsted í høgru síðu. Niklas Gaard og Óla Jákup Gaard Olsen eru dugnaligir lámir spælarar, sum helst fara at skiftast á høgra vongi - vestmeningurin Óla Jákup, sum møguliga fer uttanlands skjótt, kann eisini verða at síggja á høgra bakki við sínum ágangandi spæli.

Strandingarnir Búi Djurhuus Poulsen og Sofus í Selvindi Nattestad eru høgir, sterkir og ídnir - Búi kann serliga vera týðandi sum tvey'ari í verjuni og við skotstyrki í nøkrum álopum. Sofus kann eisini dekka á bakkinum, um tað skal vera. Hann verður helst verður fyrsta val á vinstra vongi, har Rói Seyer Hjaltason er við aftur.

[object Object]
Rókur Ziskason er ein ógvuliga týðandi partur, um føroyska maskinan skal koyra (Mynd: Egin Tollaksson Kass) 

Tróndur Johnsson er kanska tann heilt spennandi jokarin. Tá vestmenningurin spælir upp til sítt besta, so er tað við nógvari ferð og góðsku, og hóskar hann væl til føroyska leikháttin. Hann verður at síggja í leiklutum í bakketuni -- Tróndur kann eisini avloysa sum vongur.

Tóki Fríðriksson hevur havt eitt gott kappingarár í KÍF, og kann gerast týðandi í miðverjuni og á strikuni - bæði sum avloysari hjá Ísaki í løtum men eisini í 7 móti 6. Eyðbjørn Heini Danielsen er helst við sum verjuspælari burturav, og hevur hann avgjørt dygdirnar at gera mun har. Torstein Sivertsen er sum útgangspunkt annar málverji, sum kann koma inn og vera avgerandi í løtum við stórbjargingum, eins og hann hevur víst fyri H71 í løtum.

Hópurin sæst niðanfyri - Føroyar seta hol á HM endaspælið í morgin, mikudagin 19. juni klokkan 13. Hetta við dysti móti Norðurmakedónia, sum kann stroymast HER. Portalurin fer eisini at hava beinleiðis blogg og ymiskt úr Katowice

Sí eisini: Føroyingar fyrireika seg nú í hitanum í Póllandi

Føroyski hópurin til HM-endaspælið:

Málverjar.
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)

Vinstri vengur:
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Bakkar:
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi Djurhuus Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Venjarar: Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen

Navnið á feløgunum er tað, sum spælararnir, sum nú er í øllum førum, skulu spæla við eftir summarsteðgin
 
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
Hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar

Portalurin verður á staðnum til dystirnar í Polandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder