Ósigrarnir hjá føroyska manslandsliðnum móti Spania og Noregi sóust beinanvegin aftur á styrkilistanum hjá Fifa-fótbóltssamgonguni.
Styrkilistin varð dagførdur í dag, og Føroyar liggja nú á 107. plássi við 1200 stigum. Harvið duttu vit fimm pláss aftur í mun til seinastu dagføring í apríl, tá vit lógu á 102. plássi og høvdu 1213 stig.
Nærmastu kappingarneytar hjá Føroyum á heimsstyrkilistanum eru Kenya og Libya, sum liggja beint frammanfyri við 1207 stigum, meðan Madagaskar og Simbabvi liggja beint aftanfyri við ávikavist 1198 og 1192 stigum.
Millum evropeisku londini í Uefa-samgonguni eru Føroyar nú nr. 44 av teimum 55 limalondunum. Armenia, sum nú er nr. 97 í heiminum, hevur yvirhálað bæði Føroyar og Estland (98), sum liggur beint omanfyri Føroyar.
Undir okkum liggja Aserbajan (110), Kasakstan (113), Kosovo (121), Litava (132), Lettland (137), Andorra (139), Moldova (170), Malta (181), Liktinstein (183), Gibraltar (198) og San Marino , sum er nummar 211 og sostatt heimsins veikasta fótbóltstjóð.
Belgia er framvegis heimsins sterkasta fótbóltstjóð, framman fyri Fraklandi, Brasil, Onglandi og Portugal á teimum næstu plássunum.
Danmark er á 10. plássi, Svøríki nr. 17 Ísland nr. 35, Skotland nr. 45, Noreg nr. 47 og Finnland nr. 56.
Fifa-styrkilistin hjá kvinnunum er ikki dagførdur síðan síðst í mars. Her eru Føroyar styrkismettar nummar 83 – tað er nr. 38 í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald