Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum hevur júst verið í Keypmannahavn. Danmark og Norra eru vertir fyri EM komandi ár og hesi londini eru beinleiðis víðari til endaspælið.
28 onnur lond skulu í heyst og fyrra hálvár av 2020 dystast um at koma við til EM. Føroyar eru tað triðlægst styrkismetta av hesum liðunum, og liðið kom í hendan bólkin:
Bólkur 7:
Rumenia
Pólland
Ukreina
Føroyar
Føroyska liðið fór so at siga líkamikið hvat, at koma í ein truplan bólk, og hetta gjørdist eisini veruleiki.
Rumenia vann bronsu í HM 2015, og endaði nummar fýra til EM í Fraklandi í desember. Liðið hevur heimsins besta leikara seinastu tvey árini, Cristinu Neagu, sum møguliga verður tøk til undankappingina eftir ein álvarsligan skaða.
Pólland endaði nummar fýra í HM 2013 og 2015. Landið hevur spælt seg til seinastu seks endaspølini á rað - OL undantikið.
Ukreina er tað liðið, sum Føroyar á pappírinum hava frægast møguleika ímóti, og var seinast til eitt endaspæl til EM í 2014. Hetta er tó eitt sterkt lið, við leikarum sum til dagliga spæla í millum annað fronsku, russisku og rumensku deildini.
Føroyska liðið, við Áugúst Jóhannssyni á odda, fær seg veruliga roynt í undankappingini. Fyrstu dystirnar verða leiktir í september. Liðið sleppur at spæla sínar heimadystir í Føroyum, tí HSF hevur fingið undantaksloyvi til kvinnulandsliðið og U-landsliðini.
Hinir bólkarnir:
Bólkur 1:
Holland
Spania
Eysturríki
Vinnari av fasu 1 (Ísrael/Finnland/Grikkaland/Luksemburg)
Bólkur 2:
Montenegro
Ungarn
Italia
Litava
Bólkur 3:
Týskland
Slovenia
Hvítarussland
Kosovo
Bólkur 4:
Russland
Serbia
Slovakia
Sveis
Bólkur 5:
Svøríki
Portugal
Kekkia
Norður Makedónia
Bólkur 6:
Frakland
Kroatia
Ísland
Turkaland
(Allir bólkarnir eru flokkaðir eftir styrkismeting)
Kosovo og Serbia kundu ikki verða trekt í sama bólk vegna stríð millum londini. Nummar eitt og tvey úr hvørjum bólki spæla seg til EM-endaspæli, ið verður í desember 2020.
Hondbóltur
Føroyar fingu ógvuliga torføran bólk
Føroyska kvinnulandsliðið skal ímillum annað upp ímóti heimsins besta leikara í komandi EM-undankapping.
Mynd: Sverri Egholm
2019-04-04 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald