Hondbóltur

Kvinnurnar kunnu spæla í Føroyum

Hondbóltssambandið váttar, at kvinnulandsliðið spælir sínar heimadystir í komandi EM-undankapping í Føroyum.

Durita C. Jojic, her í eldinum í Høllini á Hálsi í seinastu undankapping
(Mynd: Sverri Egholm)

Durita C. Jojic, her í eldinum í Høllini á Hálsi í seinastu undankapping (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-04 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá manslandsliðið spælir heimadyst í EM-undankappingini næsta leygardag, verður tað í Royal Arena í danska høvuðstaðarøkinum. Føroyar hava ikki møguleika at spæla í Føroyum, tí evropeiska hondbóltssamgongan hevur krøv, ið eingin høll í Føroyum livir upp til.

Seinni í dag er lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar eru í niðasta seedingsbólkinum og fara at koma í bólk við trimum øðrum londum. Í mun til mennirnar kann A-landsliðið hjá kvinnum spæla hesar undankappingardystirnar í Føroyum. 

Áðrenn undankappingin hjá monnum fór í gongd, søkti Hondbóltssambandi um undantaksloyvi frá evropeisku hondbóltssamgonguni. Hetta varð ikki gingið á møti, men frá HSF frætta vit, at eitt longri undantaksloyvi er givið til kvinnurnar og U-landsliðini.

Hetta heldur til hesa undankappingina, og tað er sjálvandi til fyrimuns fyri Hondbóltssambandi, tá tað kemur til tað praktiska og fíggjarliga. Krøvini eru harvið ikki ørvísi frá EHF í mun til undankappingina hjá monnum, men í hesum førum er eitt undantaksloyvi komið uppá pláss.   

Føroysku kvinnurnar spældi sínar heimadystir í Høllini á Hálsi í seinastu EM-undankapping. Lutakastið verður klokkan 17.00 í Keypmannahavn. Tað kann stroymast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder