Fyrst gjørdist tað greitt, at vit fingu Ukraina og Kosovo í okkara bólk. Hetta kundi metast sum rímiliga gott, og tá so Niðurlond komu úr ovasta styrkisbólki, so var greitt, at hetta samanlagt var eitt gott føroyskt lutakast.
![]()
Niðurlond hava vit ikki spælt ímóti í nýggjari tíð, men hetta er á pappírinum veikasta liðið úr ovasta styrkisbólki. Liðið hevur verið fyri stórar menning seinastu árini, og spælir skjótan álopshondbólt við nógvum duellspæli - nakað eins og Føroyar.
Ukraina kenna Føroyar ógvuliga væl. Hetta er fjórðu ferð á rað, at liðini eru í bólki saman í einari EM-undankapping. Ukraina hevði takið, sjálvt um Føroyar vóru nær við nakrar ferðir, men í fjør vunnu Føroyar við sjey málum, tá liðini hittust á Hálsi til avgerandi EM-undankappingardyst.
Sí eisini: Fyri sjeyndu ferð móti Ukraina
Kosovo og Føroyar hava spælt tríggjar ferðir áður. Í báðum førum hevur tað verið í menningarkappingum. Í 2015 vunnu Føroyar tvær ferðir greitt á júst Kosovo, og í 2017 endaði tað 33-30 til Føroyar í hálvfinaluni í IHF Challenge Trophy. Føroyar vunnu kappingina og hava ment seg nógv síðani. Kosovo hevur eisini flutt seg rætta vegin, men neyðugt var við tveimum sigrum á Stórabretlandi í januar fyri at koma her til.
Bólkur 6 í undankappingini til EM-endaspælið 2026:
Niðurlond
Føroyar
Ukraina
Kosovo
Byrjað verður móti júst Kosovo á Hálsi mikudagin 6. november. - hetta verður helst seinasti heimadystur nakrantíð á Hálsi. Tað er sum heild semja um, at tað kundi verið nógv verri í lutakastinum, og Føroyar liggja væl fyri. Tvey lið koma beinleiðis víðari til EM. Fýra teir bestu trý'ararnir - átta bólkar eru - spæla seg eisini til endaspælið í Danmar, Noreg og Svøríki.
Her eru allir bólkarnir:
![]()
Rættað: 17.01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald