Hondbóltur

Fyri sjeyndu ferð móti Ukraina

Føroyrar skulu knekka kotuna mikukvøldið. Tvær ferðir áður hava Føroyar tapt við einum máli fyri ukrainum á heimavølli.

- Eg haldi, at vit sjálvir hava verið orsøkin til at vit ikki hava vunnið móti Ukraina higartil. Hetta sigur Rói Berg Hansen. Vongurin spældi ein góðan dyst, tá liðini hittust í Høllini á Hálssi fyri tveimum árum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Eg haldi, at vit sjálvir hava verið orsøkin til at vit ikki hava vunnið móti Ukraina higartil. Hetta sigur Rói Berg Hansen. Vongurin spældi ein góðan dyst, tá liðini hittust í Høllini á Hálssi fyri tveimum árum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-24 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

-  Vit eru byrjaðir at knekka kotuna í mun til at vinna dystir, og hvussu vit kunnu vera við seinastu 10-15 minuttirnar. Um vit kunnu vera við til tað seinastu løtuna móti Ukraina, so er heilt opið. Tí eg haldi, at vit sjálvir hava verið orsøkin til, at vit ikki hava vunnið móti Ukraina higartil. Eg hopi, at vit hava tikið lærdóm við frá tí, so at tað kann koppa okkara veg hesuferð.

Soleiðis segði Rói Berg Hansen, tá Portalurin fekk orðið á hann undan fyrstu venjingin hjá føroyska A-landsliðnum áðrenn avgerandi EM-undankappingardystin móti Ukraina.

Sí alla samrøðuna: - Vit gleða okkum heilt ótrúliga nógv at spæla fyri fullsettari høll - kann geva okkum 5-10 prosent eyka

Hann hevur verið við til nógvar dystir móti Ukraina seinastu árini. Føroyar hava spælt seks dystir móti eysturevvropeiska landinum síðani januar í 2018, tá liðini spældu HM-undankappingardyst í Italia.

Føroyar hava møtt Ukraina seks ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:
11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-26, EM-undankapping
12.10.22 Ukraina – Føroyar 29-25, EM-undankapping

Kelda: hsf.fo

Sum yvirlitið hjá Hondbóltssambandinum vísir, so var greiður munur í tveimum teimum fyrstu dystunum landanna millum, men fyri beint yvir fýra árum síðani stóð á gomlum nøglum hjá Ukraina. Tá spældu liðini í Royal Arena í Keypmannahvn, har Føroyar høvdu heimavøll vegna manglandi loyvi.

[object Object]
Kjartan Johansen í skotstøðu í Royal Arena í apríl 2019, tá tann spældi væl í tepra ósigrinum fyri ukrainum. Strandingurin var ikki við í mars, tí hann hevur verið skaðadarvaður (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu skaraði framúr í seinna hálvleiki í sínum fyrsta A-landsdysti. Tá var spælskiparin 19-ára gamal - nú er hann av álvara komin í gongd eftir knæskaða (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ukraina vann við einum, og tað gjørdist eisini úrslitið fyri 25 mánaðum síðani á Hølli á Hálsi. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu, og hoyvíkingurin gjørdi bart, tá hann kom á vøllin. Elias var ein lykil til at gera dystin tættari, men tað glapp heldur ikki hesuferð.

Í teimum báðum seinastu útidystunum móti Ukraina - tann í fjør var í Týsklandi vegna kríggið - hava Føroyar tapt við fýra málum. Vilhelm Poulsen sigur við Portalin, at hetta ikki var ein góður dystur hjá Føroyum. Julian Johansen, venjari og viðmerkjari, metir, at Føroyar eru betri fyri hesaferð á ymsan hátt.

Sí eisini: 
Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen: - Skulu standa ímóti teirra fysikki og fáa álopsspælið at flóta
Vilhelm Poulsen: - Tað er nú alt skal avgerast

Um tað á hesum sinni eydnast at basa Ukraina, so taka Føroyar eitt stórt fet móti EM-endaspælinum næsta ár. Fyrsta bríksl í útseldu Høllini á Hálsi mikudagin verður klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder