
Lutakast hevur fyri lítlari løtu síðani verið um bólkabýti til undankappingina til EM 2026.
Føroyar høvdu ikki so góð kort á hondini áðrenn - hetta tí liðið var styrkismett í niðasta styrkisbólkinum.
Portugal var ikki heilt ynski úr triðja styrkisbólki; nakað sterkari enn millum annað Grikkaland. Tó er talan um land til ber at fáá úrttøku ímóti. Tað er júst móti Portugal og Íslandi, at stig skulu til høldar, um tað skal eydnast at koma víðari. Ísland var tað længst styrkismetta av teimum liðunum í næstovasta bólkinum.
Tvey tey bestu liðini, umframt fýra teir bestu trý‘ararnir koma til EM 2026. Møguleikarnir móti besta liðnum í bólkinum eru avmarkaðir - hvat so lið man trekkir. Montenegro hevur ødiliga kropsliga styrki, og tað verður ein tungur útivøllur. Tvørtiímóti er Montenegro møguliga eitt lið, sum man kann skaka við Tjarnir
Undankapping til EM 2026 - bólkur 4:
Montenegro
Ísland
Portugal
Føroyar
Øll liðini spæla heima og úti móti hvørjum øðrum. Undankappingin byrjar í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald