Hondbóltur

Føroyar fingu Frakland men sum heild eitt fínt EM-lutakast

Føroysku kvinnurnar skulu spæla sínar EM-bólkadystir í pólska býnum Katowice. Frakland er krútsterka mótstøðan, pólsku vertirnir vera spennandi avbjóðing, og Føroyar vera favorittar móti Ukraina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-16 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar skulu spæla sínar EM-dystir í desember í suðurpólska býnum, har U21-landsliðið í fjør vann HM-bronsu.

Hetta er greitt, eftir kvøldsins EM-lutakast - sum var júst í Katowice.

Pólsku vertirnir vera ein ítróttarlig avbjóðing, og við upp ímóti 10.000 áskoðarum, kann tað gerast eitt øðiligt trýst. Men av liðunum í styrkisbólki tvey var Pólland avgjørt ikki millum tey sterkast.

Soleiðis var eisini við Ukraina úr niðasta styrkisbólki. Føroyar sluppu undan Balkan-mótstøðuni, sum man annars hevur fingið endaspælsstig ímóti Kroatia og Serbia.

Frakland verður ein risa stórur biti. Tað hevði tað næstan verið óansæð úr hægsta styrkisbólkinum, men her vóru Føroyar ikki hepnar.

Liðini í okkara bólki (bólki E)
Frakland
Pólland
Føroyar
Ukraina

EM-endaspælið 2026 verður spælt í døgunum 3. - 20 desember.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder