Í morgun leikti føroyska A-landsliðið hjá kvinnum sín seinna venjingardyst í Litava. Hesaferð var tað á tjóðarleikvøllinum í Vilnius.
John Petersen hevði gjørt níggu broytingar í byrjunaruppstillingini í mun til sunnudagin. Bert Lív F. Arge og Heidi Sevdal gingu aftur, og so vóru fleiri ið byrjaðu inni, sum eru óroyndar í landsliðshøpi.
(Olga Kristina Hansen og Heidi Sevdal; mest royndu leikararnir á føroyska liðnum - Mynd: Mynd: Moterys už futbolą)
Úr Vilnius frætta vit, at talan var um ein javnan dyst. Litava hevði teir betri møguleikarnir fyri steðgin, og sjálvt um Føroyar byrjaðu betri í 2. hálvleiki, so var tað Litava, ið legði seg á odda. Hetta var í 72. minutti, og eins og við 2-1 málinum sunnudagin kom tað eftir eitt hornaspark.
Føroyar royndu at svara aftur, og við seinasta sparkinum í dystinum eydnaðist tað. Eftir eitt hornaspark í yvirtíðini varð trunkaspæl, ið endaði við at innskifta Birita B. Nielsen setti fótin á bóltin, og so var 1-1.
(Miðverjin Birita Nielsen javnaði fyri Føroyar í yvirtíðini - Mynd: FSF)
Tveir javnleikir í Litava er góðkent. Meira umráðandi enn úrslitini á túrinum er, at landsliðsvenjairn hevur fingið sæð allar leikararnar og fingið roynt nøkur ting fram ímóti EM-undankappingini heyst.
(Nadja Dam Johannesen í nærdysti við litaviskan leikara - Mynd: Moterys už futbolą)
Dysturin í dag var ikki UEFA-skrásettur, men Ása á Reynatúgvu og Nadja Dam Johannesen og úr HB vóru fyri fyrstu ferð á vøllinum í einum A-landsdysti, og nógvar av teimum ungu fingu seg royndar hesar báða dystirnar í Litava.
Litava - Føroyar 1-1 (0-0)
1-0 72.min
1-1 90.min Birita Bergsdóttir Nielsen
Føroyska liðið (4-5-1):
Monika Biskopstø, Nadja Dam Johannesen, Lív F. Arge (Birita Bergsdóttir Nielsen) , Rakul V. Magnussen, Katrina Akursmørk (Sara Samson Lamhauge) - Sarita Maria Mittfoss (Birna T. Mikkelsen ), Olga Kristina Hansen (L) (Margunn Lindholm), Ása á Reynatúgvu (Jacoba Langgaard), Rebekka Fjallsá Benbakoura (Eyðvør Klakstein), Julia Naomi Mortensen (Ásla Johannesen) - Heidi Sevdal
Føroyska ferðalagið kemur heimaftur seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald