Annað

Føroyar frammarlaga í talvi

Eru nú nummar 75 av í alt 195 londum og harvið næstan í ovasta triðinginum í heiminum. Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá tíggju teimum fremstu telvarunum í hvørjum landi. Tann sum er nummar ellivu á føroyska listanum er annars hann við størst framgongdini - 15-ára gamli Luitjen Akselsson Apol.

Her hava vit topp 3 í føroyskari telving. Við borðið Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm), og aftanfyri Rógvi Egilstoft. Her eru allir í parti saman og hjálpast at til dagsins dyst hjá landsliðnum í EM-stevnuni á Kreta í 2017 (Mynd: Talvsamband Føroya)

Her hava vit topp 3 í føroyskari telving. Við borðið Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm), og aftanfyri Rógvi Egilstoft. Her eru allir í parti saman og hjálpast at til dagsins dyst hjá landsliðnum í EM-stevnuni á Kreta í 2017 (Mynd: Talvsamband Føroya)

2022-01-05 06:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða talvsamgongan FIDE hevur um nýggjársleitið dagførdi styrkitølini hjá telvarum um allan heim, og greitt er at Føroyar í løtuni eru nummar 75 í røðini av í alt 195 londum og harvið tátta í tann ovasta triðingin av londum, sum eru limir í altjóða Talvsambandinum.

Hesum boðar Talvsambandið frá í tíðindaskrivi.

Yvirlitið er roknað eftir miðalstyrkitalinum hjá tíggju teimum fremstu telvarunum í hvørjum landi. Føroyska talið er 2309.

Ikki óvæntað er Helgi Dam Ziska ovast á føroyska listanum við 2540 stigum. Hann hevði eisini verið frammarliga, um hann verið í hinum norðurlondunum, boðar TSF frá: Helgi hevði sambært styrkistalinum verið í topp-trý í Finnlandi, Íslandi og Svøríki og í topp-sjey bæði í Noreg og Danmark. 

Brøðurnir Høgni og Rógvi úr Sandavági koma havnarmanninum á baki - lítlibeiggi hevur nú eina rating, sum er beint omanfyri 2400.

[object Object]
Topp-trý í føroyskari telving, sambært nýggjastu styrkismetingini. Við borðið Helgi Dam Ziska (vm), Høgni Egilstoft Nielsen (hm), og aftanfyri Rógvi Egilstoft. Her er á Kreta í 2017 í fyrireiking til kapping við landsliðnum (Mynd: Talvsamband Føroya)

Seks av telvaranum á føroyska talvtindinum, harav tveir telva í Danmark, hava eina rating, sum liggur omanfyri 2300.

15 teir bestu (januar 2022)
1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2401
3. Rógvi Egilstoft, ST 2369
4. IM John Rødgaard, VT/Esbjerg Skakforening 2329
5. IM John Arni Nilssen, Nordsjællands Skakklub 2323
6. Martin Poulsen, HT 2308
7. Flóvin Tór Næs, HT/Faxe Skakklub 2218
8. Ólavur Simonsen, KTF 2210
9. Bogi Ziska, TT 2198
10. Olaf Berg, HT 2193
11. Luitjen Akselsson Apol, HT 2174
12. Eyðun Nolsøe, KTF 2173
13. Hans Kristian Simonsen, KT 2173
14. Carl Eli Samuelsen, HT 2171
15. Jóan Hendrik Andreasen, HT/Brønshøj Skakforening 2168

Áhugavert er, at bert 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Hoyvík hevur havt størstu framgongdina seinasta árið.

- Hann gjørdi eitt rættiligt hál á landsliðnum, sum vann smálandakappingina á Malta í desember, og er nú tann ellinti á listanum. 

Tríggjar fremstu talvtjóðirnar í heiminum eru: 1. Russland (2729) 2. USA  og 3. Kina 

Hini norðurlondini standa í hesari røð: 17. Noreg  27. Danmark  31. Svøríki  45. Ísland  53. Finnland.

Í Føroyum eru umleið 350 skrásettir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum eru við í landskappingini í vetur. Flestu telvarar eru í teimum trimum feløgunum, sum eru fremst í bestu deildini í landskappingini. Sandavágs Talvfelag hevur 66 telvarar á sínum lista, Havnar Telvingarfelag hevur 57 og Klaksvíkar Talvfelag hevur 45 telvarar skrásettar í landskappingini fyri lið.

Hendan kappingin fer í gongd aftur í Klaksvík í kvøld, tá oddaliðið Havnin vitjar nummar trý í kappingini. Talvsambandið boðar frá, at útsettu umførini frá undan jólum, nú verða á skránni.

Støðan í 1. deild (eftir 3 umfør)

1. Havnin 10 stig
2. Sandavágur 8½
3. Klaksvík 8
4. Havnin B 6
5. Klaksvík B 2½
6. Vestmanna 1
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder