Føroysku U17-mennirnir settu fyri lítlari løtu síðani eina feita striku undir, at hetta er eitt óvanliga evnaríkt lið og eitt óvanliga sterkt føroyskt lið. Hvítarussland var ongantíð nær við at hótta føroyska sigurin, sum kom eftir ótrúliga sannførandi avrikið á øllum økjum.
Tað vóru bólkavinnararnir úr bólki C og bólki D, ið hittust. Hvítarussland og Føroyar høvdu tvey stig við sær í hendan hálvfinalubólkin, og tí var talan um lykladyst um at koma í finaluna. Føroyar byrjaðu sera væl, og sum hálvleikurin leið bara øktist leiðslan: Eina løtu lá hin um fýra-fimm mál, so seks-sjey mál, og ímóti endnaum kom tað heilt upp ímóti tíggju málum. Beint fyri steðgin komu Føroyar á odda við tíggju málum, og so var tað ógvuliga tungt hjá Hvítarusslandi í 2. hálvleiki.
Tað var støddarmunur, men okkara vístu fysiska styrki, stóran vilja og harafturat frálíkt hondbóltsspæl. Verjan var sum ein múrur, og aftanfyri teir seks vælskipaðu og ágrýtnu í bláum, stóð ógvuliga stinni málverjin í grønum - Pauli Jacobsen stóð aftur frálíka væl við 15 bjargingum. Í álopsspælinum gekk Elias Ellefssen á Skipagøtu aftur á odda - sera dugnaligi bakspælarin skoraði heili níggju ferðir í 1. hálvleiki. Talan var tó um eitt føroyskt lið, har allir tóku ábyrgd, vistu dirvi, spælskil og tryggleika í avslutningum.
Verjan hjá Hvítarusslandi fekk ongantíð tálma føroyska liðnum, hóast fyrsta løtan í 2. hálvleiki hjá føroyingum var heldur trilvandi. Føroyar spældu seg tó skjótt uppaftur, og talan var um eitt sera hugsavna avrik restina av dystin, har okkara leikarar vístu greiða munin á liðunum í morgun.
Klokkan 14.45 spæla Føroyar og Ungarn. Tann dysturin kann tó vera uttan týdning, um Spania vinnur á Ungarn. Dysturin millum hesi londini er júst farin í gongd, og um Ungarn ikki megnar at vinna, so eru Føroyar í finaluni. Annars skal føroyskur javnleikur ella sigur til seinnapartin.
European Open - Hálvfinaluumfar
Føroyar - Hvítarussland 32-21 (19-9)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Hákun West av Teigum 6
Janus Dam Djurhuus 4
Pauli Mittún 3
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Viktor Gaini 2
Sveinur Olafsson 2
Bogi Hansen 1
Hondbóltur
Føroyar hølvaðu Hvítarussland av í hálvfinalubólkinum
Føroyska liðið er eitt fet nærri finaluni eftir enn eitt ógvuliga sannførandi avrik í Göteborg.
Føroyska liðið spældi aftur ein frálíkan dyst í European Open í kvøld - Mynd: Harald Bjørgvin
2019-07-04 10:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald