Tað endaði við einum søtum 3-2 stríðssigri móti Lettlandi.
Soleiðis skrivar Fótbóltssamband Føroya um hálvfinaluna hjá føroysku kvinnunum í Baltic Cup móti Lettlandi í dag.
Tað var Heidi Sevdal, ið syrgdi fyri einari føroyskari dreymabyrjan, tá hon í triðja minutti skoraði til 1-0, eftir at ein leysur bóltur endaði hjá henni. Hetta var landsliðsmál nummar 23 hjá Heidi.
Tann leiðslan helt sær til steðgin, men áðrenn eitt korter av seinna hálvleiki var farið, hevði Lettland vent dystinum og lagt seg á odda 2-1.
Hesum vendu føroysku kvinnurnar tó við góðum stríðsanda og tveimum málum seinastu løtuna av dystinum. Fyrst var tað Rúna Jacobsen, sum við sínum fyrsta landsliðsmáli, og eftir gott upplegg frá Sannu Svarvadal, javnaði til 2-2.
Um hetta hevði hildið sær, var dysturin farin til bortssparkskapping, men fimm minuttir fyri leiklok skoraði liðskiparin Ásla Johannesen sigursmálið fyri Føroyar eftir eina góða umstilling.
Við sigrinum hava kvinnurnar tryggjað sær pláss í finaluni í Baltic Cup, har Føroyar skulu spæla móti vinnaranum av dystinum millum Estland og Litava. Hesin dysturin er seinni í dag - finalan í Estlandi verður sunnudagin.
Heidi Sevdal, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen, ið skoraðu málini hjá Føroyum (Mynd: FSF)
Føroyar:
Óluva Allansdóttir Joensen - Ása Stóra Carlsen, Birita Ryan og Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen - Mona Rasmusdóttir, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Sanna Svarvadal, Heidi Sevdal - Lea Lisberg og Tóru Mohr.
Rúna Jacobsen, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Maria á Lakjuni og Olga Kristina Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald