Við tryggum 3-0 sigri á Írlandi spældi føroyska manslandsliðið í flogbólti seg í dag í hálvfinaluna í SCA-kappingini, sum er í Norðurírlandi um vikuskiftið. Hálvfinalan verður ímóti Skotlandi kl. 19 í kvøld.
Mótstøðan í dystinum í dag var lítil og eingin. Føroyar løgdu seg á odda 6-1 í fyrsta setti, og so var kósin móti hálvfinaluni sett. Gaman í minkaði Írland um munin til bara tvey stig, til 18-20, 19-21, og 20-22, men Føroyar tóktust tó hava hava tamarhald á støðuni, og við blokki vunnu Føroyar settið 25-20.
Hóast Írland var á odda tey allar fyrstu stigini í øðrum sett, vendu Føroyar skjótt dystinum og fóru framum 9-4 og 14-8, áðrenn Tóki í Haraldsstovu á miðjuni langaði bóltin í írska blokkin og út til 25-16.
Gongin í triðja setti var nakað tann sama. Føroyar fóru framum 12-4, og hóast fleiri av teimum, sum sótu á beinkinum, komu inn, broyttist støðan ikki stórvegis, og so kundi Hákun Nón at enda smassja dystarbóltin í írska gólvið, so Føroyar vunnu 25-17.
Leinki til stroyming frá hálvfinaluni ímóti Skotlandi sæst á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo . Dysturin byrjar kl. 19 í kvøld.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald