Hondbóltur

Føroyar kunnu seta eitt perfekt punktum

Føroyska U17-landsliðið hjá monnum skal dystast við vertirnar í finaluni í European Open í kvøld.

Føroysku leikararnir eru til reiðar í Göteborg - Mynd: Harald Bjørgvin

Føroysku leikararnir eru til reiðar í Göteborg - Mynd: Harald Bjørgvin

2019-07-05 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst tóku vit Norra við heili tíggju málum, og seinni sama dag noyddist Spania at lúta. Føroyar endaðu við at vinna bólk C, og í hálvfinaluumfarinum í gjár gjørdu okkara aftur bart. Fyrst vunnu Føroyar 32-21 á Hvítarusslandi og síðani 22-20 á Ungarn í avgerandi dystinum um at koma í finaluni. Hetta tykist fyri mong heilt óveruligt: At eitt land við 51,000 íbúgvum er umboðað í finaluni í stórari evropeiskari kapping. Eitt land sum ongnatíð hevur havt eitt land, ið er endað høgri enn 13. plássi. Men liðið við Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hevur ígjøgnum kappingina víst hegni, dirvi og vilja, og hevur vunnið sær rættin at dystast um gull. 

Tað eru svensku vertirnir sum standa ímillum Føroyar og 1. plássi í European Open. Tað var eisini Svøríki, ið vann finaluna fyri tveimum árum síðani. Talan var 34-22 sigur á Eysturríki. Í hesari kappingini fóru sviar ósigraðir ígjøgnum bólkaspælið og vunnu báðar dystirnar í hálvfinaluumfarinum í gjár 22-19 - á Italia og Íslandi. Hetta verður ein ógvuliga torfør uppgáva hjá okkara ungu monnum ímóti liðnum, ið eisini hevur fyrimunin við at vera á heimavølli.

[object Object](Frá avgerandi løtuni ímóti Ungarn í gjár - Mynd: Harald Bjørgvin) 

Finalan verður leikt í stóru multihøllini Scandinavium, har pláss er fyri upp til 8.000 fólkum. Føroyingar trivust væl í Vallhalla Sportshall, har tað var meira intimt, og stuðulin til føroyska liðið var sera stórur. Nú er uppgávan størri uppá allar mátar, men føroyska liðið hevur ikki tyktst at verið nervað av nøkrum. Talan er um eitt lið, ið hongur væl saman, og samstundis sum tað er viktugt at leikarar sum Pauli Jacobsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún avrikað til sítt besta í kvøld, so skal liðið arbeiða saman á tann hátt, ið tað hevur gjørt ígjøgnum kappingina. Julain Johansen segði við Kringvarpið fyrr í dag, at leikararnir tyktust heilt avslappaðir, nú dystardagur var.

Les meira: 
Gunn Ellefsen: Meira serligt tá mínir dreingir eru við

Hetta kann gerast eitt heilt stórt føroyskt hondbóltskvøld. Men líkamikið hvat úrsltiið verður, so hevur U17-liðið víst, at her er talan um sera evnaríkar leikarar, og at føroyingarnir kunnu vera ernir av avrikinum í Göteborg. 

European Open finala
05.07, kl. 19.30 - Scandinavium, Göteborg

Svøríki - Føroyar 

Stroyming: ehftv  Frásøgn: FM1 
Finalan verður eisini víst á stórskiggj í Vágsbotni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder