Hondbóltur

Føroyar kunnu spæla seg víðari í dag

Eftir frálíka avrikið móti Litava í gjár skulu føroysku kvinnurnar royna at byggja uppá í dag; við sigri á Sveis vinna Føroyar seg víðari.

2018-12-02 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í HM-undankappingini í Sveis verður um ein stóran tíma. Tá skal føroyska liðið takast við stekra sveisiska liðið. 

Vertirnir vunnu tepurt á Litava fríggjadagin, og í gjár gjørdist talan um ein stórsigur á Finnlandi. Sveis lat bert 10 mál inn. Í báðum dystunum hava favorittarnir í kappingini skotið 21 mál.

Føroyar reistu seg í gjár sera flott móti Litava. Eftir tapið fyri Finnlandi í fyrsta dystinum, var tað neyðugt við einum sigri í gjár, og føroyska liðið vísti stríðsvilja, hegni og góðsku í trygga sigrinum.

Les eisini: Frálíkur føroyskur sigur á Litava

Fyri løtu síðani vann Litava greitt á Finnlandi, og og við tí er tað eitt slag av finalu, tá Sveis og Føroyar renna inn á vøllin klokkan 14. Sveis hevur nóg mikið við javnleki, men vinna Føroyar er plássið í "høvuðsundankappingini" tryggjað; eins og tær gjørdu í Grikkalandi seinasta summar.

Uppgávan verður torfør, men vísir føroyska liðið nakað av somu taktunum sum í gjár, so er møguleikin har. 

Dysturin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder