
Talan er helst um tað mótstøðuliðið í bólkinum, sum Føroyar mest kunnu sammeta seg við. Liðini eru nærum beint við hvørt annað á FIFA-styrkislistanum.
Hygga vit eftir trimum av teimum mest umtalaðu veddingarfyritøkunum um okkara leiðir, so hava tær allar Føroyar sum favoritt til at vinna í kvøld.
Danske Spil
Føroyar: 2.40
Javnleikur: 2.90
Lettland: 3.15
Bet365
Føroyar: 2.45
Javnleikur: 3.00
Lettlandi: 3.20
Unibet
Føroyar: 2.45
Javnleikur: 2.95
Lettland: 3.15
Føroyska landsliðið hevur ikki vunnið nakran kappingdyst í beint yvir tvey ár. Føroyingar eru nú svangir eftir einum sigri, og tað sæst millum teir, sum ikki byrjaðu inni móti Armenia, at fleiri álopskend vápn eru í væntu.
Vit vænta tvær broytingar og helst er størst møguleiki fyri, at Meinhard Egilsson Olsen verður fremsti maður.
Vit vænta – sum in.fo eisini hevur gitt:
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) -René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen
Hesir eru á bonkinum: Mattias Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Daniel Johansen, Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Adrian Rúnason Jutinussen, Klæmint Andrasson Olsen
Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í kvøld. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.
Sí eisini: Allir uttan Hørður eru tøkir
Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í morgin, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Atgongumerki kunnu keypast her
Sí eisini: Landsliðið setti sín dám á SMS leygardagin
Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig
Seks umfør eru - aftasti liðið flytir beinleiðis niður ella skal spæla um tað í play-off dystum í 2025.
Sí eisini:
Myndir: Sól og kuldi á Tórsvølli
Ógvuliga týðandi kvøld á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald