Hondbóltur

Føroyar møta Spania og Noreg

U17 menn fara til kapping í Svøríki í døgunum 1. til 5. juli.

Elias á Skipagøtu (Savnsmynd: EHF)

Elias á Skipagøtu (Savnsmynd: EHF)

2019-03-17 09:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spennandi lutakast hevur verið hjá U17 monnum til European Open Championship fyri aldursbólkin. 

Føroyar skulu spæla móti mætum hondbóltstjóðum sum Spania og Noregi. Umframt nevndu lond, eru Føroyar í bólki við Georgia, Ísrael og Estlandi.

Kappingin verður í Gøteborg í Svøríki í døgunum 1. til 5. juli. 24 lond taka lut í EM-kappingini, sum eru býtt í fýra bólkar við seks londum í hvørjum bólki.

Leikararnir í U17 eru føddir í 2002 og seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder