Seinni í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá seinastu umførini í UEFA Nations League eru á skránni. Næsta avbjóðing hjá landsliðnum verður síðani undankappingin til EM í 2020, og tað er við stórum spenningi at sæð verður fram ímóti, hvørjum londum Føroyar hesaferð koma í bólk saman við.
Lutakastið verður fyrst í desember, og tá verða londini skipaði eftir styrkislistanum hjá UEFA. Og har eru Føroyar nummar 44 av teimum 55 UEFA-limalondunum. Men føroyska liðið kann lyfta seg longri upp, alt eftir hvussu gongur í teimum báðum seinastu dystinum í UEFA Nations League.
Á seinast dagførda styrkislistanum hjá FIFA, eru Føroyar nummar 95, og er harvið dottið trý pláss aftur á listanum, samanborið við fyri einum mánað síðani, skrivar FSF.
17. november klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpyia Stadion í Baku í Aserbadjan, og 20. november klokkan 19:45 (føroyska tíð) spælir føroyska liðið seinasta dystin í UEFA Nations League bólkaspælinum, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta’Qali á Malta.
Á styrkislistanum hjá evropeisku fótbóltssamgonguni fyri kvinnulandslið eru Føroyar nummar 42 av 49 londum, og nummar 84 av 177 londum á styrkislistanum hjá FIFA. Í februar mánað komandi ár verður greitt, hvørji mótstøðulondini hjá føroysku kvinnunum verða í næstu EM-undankappingum, sum byrjar í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald