Hetta vikuskifti vitjar grønlendska A-landsliðið í Føroyum. Tað er Ingi Olsen, ið stendur á odda fyri Grønlandi. Liðið er á venjingarlegu í Føroyum hetta vikuskifti, og leikar í tí sambandi tveir venjingardystir ímóti Føroyum.
Grønland kundi spælt í Herning ístaðin fyri í føroyska høvuðsstaðnum. Liðið hjá Inga Olsen tapti dystin um triðja plássið, tá spælt varð um panamerikanska meistaraheitið seinasta summar. Dysturin var samstundis um at fáa tað seinasta av teimum trimum plássunum, sum amerikonsku londini fáa til HM-endaspælið. Kili vann dystin í Nuuk eftir longda leiktíð, og harvið rakk tað akkurat ikki hjá grønlendingum.
Hetta eru kærkomnir venjingardystir hjá føroyska liðnum, ið skal spæla EM-undankappingar aftur í vár. Føroyska liðið hevur vant tvær ferðir um dagin hesa vikuna, og skal nú royna nøkur ting av ímóti grønlendska liðnum. Seinni dysturin verður leiktur í morgin í Vestmanna.
Dysturin í kvøld kann síggjast í sjónvarpinum og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Fyrsta bríksl á Hálsi er klokkan 20.00.
Føroyski hópurin:
Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Útispælarar
Rói Berg Hansen, FIF
Rúni Joensen, KÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Rúni Vest Højgaard, H71
Brandur Halgirsson, H71
Hans Eli Sigurðbjørnsson, KÍF
Eirikur Simonsen, FFI
Peter Krogh, H71
Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Rókur Akralíð, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, Neistin
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Vilhelm Poulsen, H71
Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald