Hondbóltur

Føroyar og Hvítarussland í finaluni í dag

Kl. 17 skal U19-landsliðið hjá monnum hitta Hvítarussland í finaluni í EHF-Championship-kappingini í Bulgaria – Vinnarin rykkir upp til EM-endaspælið komandi ár.

2021-08-22 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við einum 29-22 sigri á Slovakia tryggjaði U19-landsliðið hjá monnum sær pláss í finaluni í EHF-Championship-kappingini í Bulgaria, og tað verður seinnapartin klokkan 17, at føroyska landsliðið skal hitta Hvítarusslandi í finaluni.

Vinnarin av finaludystinum rykkir upp í EM-endaspælið, sum verður leikt á sumri í 2022, har 16 tey bestu londini í Evropa luttaka. Hartil rykkir yngri árgangurin, U18-landsliðið, eisini upp í EM-endaspælið, um  føroyingar vinna í dag, av tí at teir vera styrkismettir eftir árganginum, sum hevur spælt frammanundan teir.

Sambært Hondbóltssambandi Føroya, hava hesir árgangirnir hjá Føroyum og Hvítarusslandi møtst tríggjar ferðir áður. Í juni 2019 vann Føroyar 32-21 í European Open í Svøríki, og í desember 2019 taptu Føroyar í tveimum dystum í Sparkassen Cup í Týsklandi, fyrst 22-19 og síðani 35-29.

Hvítarussland vann sína hálvfinalu í gjár 33-31 móti Kekkia, sum Føroyar eisini vunnu á hósdagin – 31-28.

Finalan millum Føroyar og Hvítarussland seinnapartin kann stroymast ókeypis á ehftv.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder