Hondbóltur

Føroyar partur av Rinck-sáttmálanum

Hetta er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF.

Á EHF-kongressini skrivað Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF

Á EHF-kongressini skrivað Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF

2024-12-17 14:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á EHF-kongressini, sum var í Wien í vikuskiftinum, skrivaði Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF vegna HSF.

Rinck-sáttmálin er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF.

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF í vetur skipað nýggja føroyska venjaraútbúgving í fleiri stigum, sum lýkur øll góðskukrøvini í Rinck-sáttmálanum.

Talan er sostatt um venjaraútbúgving, sum eisini er góðkend í øðrum londum, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan og somuleiðis er krav til venjarar, sum luttaka í europeisku kappingunum.

Av teimum 50 londunum í EHF eru Føroyar land nummar 43, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan.

Hondbóltssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder