Sum partur í at framhaldandi menna føroyskan hondbólti sjósetti HSF fyrr í ár eina nýggja føroyska venjaraútbúgving.
Fyrsta stigið í venjaraútbúgvingini byrjaði í heyst, har endamálið var at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast. Skeiðið varð skipað við online tilfari og trimum samlingum, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
25 venjarar úr nógvum ymiskum feløgum fingu handað prógv. Eftir ætlan fær hin helmingurin av skeiðsluttakarunum prógv seinni í vikuni.
Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í HSF
Til venjing við Streymin (Myndir: HSF)
Hondbóltssamband Føroya boðar eisini frá, at nú ber til at melda seg til seinna part av stigi 1 í HSF-venjaraútbúgvingini, sum byrjar í februar 2025.
Fyri at luttaka á stig 1.2 skal luttakarin hava staðið stig 1.1, og er skeiðið eins og hitt skipað við online tilfari og trimum samlingum, ið geva luttakarunum bæði ástøðiliga og praktiska vitan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald