Hondbóltur

Føroyar fyrireika seg í Gigantium

Føroysk venjing er á skránni seinnapartin her í Aalborg, har donsku heimsmeistararnir í morgin taka ímóti í sætta dystinum í EM-undankappingini; tí fjórða dystinum sum føroyingar spæla á danskari jørð.

Helgi Hildarson Hoydal og hinir á føroyska liðnum hava nú fult fokus á seinastu uppgávuna í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Hildarson Hoydal og hinir á føroyska liðnum hava nú fult fokus á seinastu uppgávuna í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-15 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Punktum verður í morgin sett fyri hesari EM-undankappingini. Einari kapping ið á mangan hátt hevur eydnast væl hjá føroyingunum. Stóri smeiturin kom, áðrenn kappingin byrjaði, tá tað gjørdist greitt, at eingin høll í Føroyum livdi upp til krøvini hjá EHF.

[object Object]
(Farum Arena á Norðursælandi, har Føroyar spældu ímóti Montenegro hóskvøldið. Høllin lýkur krøv, ið eingin føroysk høll ger - Mynd: Sverri Egholm)

Tískil hava Føroyar spælt heimadyst í Skjern (Danmark), Royal Arena, Keypmannahavn (Ukraina) og í Farum Arena (Montenegro). Ímóti Danmark í fjør endaði tað, ikki óvæntað, við stórtapi. Í apríl spældu Føroyar fult upp ímóti Ukraina, og vóru tiltiknu marginalarnir við Føroyum, so vóru stig komin í hús. Í vikuni sá tað í løtum - serliga fyrstu 20 minuttirnar - sera gott út hjá Føroyum, men Montenegro vann tó uppborið við trimum málum.

[object Object](Jónas G. Djurhuus spældi ein sera góðan 2. hálvleik hóskvøldið og í Keypmannahavn í apríl vóru hann og liðfelagarnir sera nær við ímóti Ukraina - Mynd: Sverri Egholm)

Nú skal nógv orka samlast til seinastu uppgávuna, har Føroyar hava útivøll. Danmark kemur ikki í sterkastu uppstilling, men hóast Mikkel Hansen og Niklas Landin allarhelst ikki fara at hava harpiks á hondunum í Gigantinum, og aðrir av føstu leikarunum kanska ikki fara at spæla nógv, so eru tað nógv ting, ið skulu miseydnast hjá donum, og ógvuliga nógv sum skal eydnast hjá Føroyum, fyri at úrslitið skal gerast nøkulunda pent á talvuni.

Les eisini: 
Føroyski hópurin hevur flutt seg til Aalborg

Jóhan á Plógv Hansen kemur at standa yvirfyri sínum landsmonnum í Aalborg - íhvussu er ein part av dystinum. Í dag venja bæði liðini í multihøllini Gigantium. Har er pláss fyri áleið 5.600 áskoðarum til hondbóltdystir, so í tann mun er hon tvífalt so stór sum Farum Arena. Gigantium er eisini meira nýmótans, og har kunnu føroyingarnir fáa eitt gott og spennandi upplivilsi sunnudagin - til tað krevst tó, at liðið er ógvuliga væl fyri, og í dag er seinasta venjingin undan ríkisdystinum. Vit eru við til føroysku venjingina seinnapartin og hava tilfar frá henni.

[object Object]Jóhan á Plógv Hansen segði í viðtalu við Portalin eftir dystin ímóti Montenegro í apríl, at tað hevði verið stuttligt at sloppið at spælt ímóti Føroyum - Hoyr samrøðuna her: Jóhan á Plógv: Serligt at vera í bólki við Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder