Hondbóltur

Føroyski hópurin hevur flutt seg til Aalborg

Mikkel Hansen verður ikki við, Landin spælir allarhelst ikki, men Jóhan á Plógv Hansen fær allarhelst ein stóran leiklut ímóti Føroyum sunnudagin.

Føroysku leikararnir takka áskoðarunum eftir dystin í gjár - nú eru teir í Aalborg og fyrireika seg til stóru uppgávuna sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku leikararnir takka áskoðarunum eftir dystin í gjár - nú eru teir í Aalborg og fyrireika seg til stóru uppgávuna sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-14 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár leiktu Føroyar og Montenegro í næstseinasta umfari í EM-undankappingarbólki 8. Dysturin var í Farum Arena á Norðursælandi, har Føroyar høvdu heimavøll. Teir áleið 1000 áskoðarnir, teir flestu føroyingar, settu sín dám á, og teir sóu ein lívligan hondbóltsdyst har tað leikaði púra javnt á fyrstu 20 minuttirnar, men har Montenegro síðani hevði eina lítla yvirvág og vann 24-21

Les meira um dystin her
Sí myndir her
Sí framúr bjargingina hjá Tórða Guttesen

Fyrrapartin gekk leiðin hjá føroyska hópinum til Norðurjútlands. Aalborg verður karmur um dystin sunnudagin ímóti heimsmeistarunum. Danir taka ímóti, og tað verður nøkur fet upp í støði. Høvuðsvenjarin og tveir av leikarunum hjá Føroyum, ið skaraðu framúr í álopspartinum, søgdu við okkum eftir dystin í gjárkvøldið, at teir vilja gjarna enda undankappingina væl, at hetta er ein dystur, ið teir kunnu brúka til nógv. Allir ásannaðu, at uppgávan verður sera stór, men spennandi.

Sí og hoyr samrøðurnar við:
Áka Egilsnes
Jónas Gunnarson Djurhuus
Sonna Larsen 

Danmark vann 33-30 á Ukreina mikukvøldið og spældi seg harvið víðari til EM. Hetta var ikki óvæntað, men danir hava ikki verið nær við sítt hægsta støði í hesari undankappingini. Danmark vann stórt ímóti Føroyum í Skjern í oktober og eisini greitt á Montenegro í Royal Arena í apríl. Men í báðum dystinum ímóti Ukreina hava danir verið í trupulleikum, og í Podgorcia í apríl tapti Danmark.

[object Object]
(Jóhan á Plógv Hansen í dystinum ímóti Montenegro í Royal Arena í apríl - Mynd: Sverri Egholm)

Nikolaj Jakobsen hevur ásannað, at hann hevur ein hóp, ið er slitin eftir long kappingarár í feløgunum og eftir eitt HM-endaspæl. Danmark er eisini millum annað uttan skøddu René Toft og Casper U. Mortensen. Landsliðsvenjarin hevur eisini váttað, at orsakað av sliti og trupulleikar við alboganum spælir Mikkel Hansen ikki sunnudagin. Niklas Landin verður allarhelst heldur ikki við, og talan er um heimsklassaleikarar. 

[object Object]
(Mikkel Hansen - her í verjustøðu ímóti Róa Berg Hansen í Skjen í oktober. Nummar 24 verður ikki við ímóti Føroyum í Allaborg)

Tá alt hetta er nevnt, so skal eisini nevnast, at talan er um heimsmeistararnir, ið Føroyar skulu spæla ímóti: Eitt lið sum hevur nógvan klassa, og har teir næstbestu fremvegis eru á ógvuliga høgum støði. Danmark vil eisini enda kappingina vælá heimavølli, og ein av leikarunum ið skal syrgja fyri tí verður helst Jóhan á Plógv Hansen. Eftir sera góða kappingarárið í Bjerringbro-Silkeborg og eftir góða avrikið við fimm málum í Kiev mikudagin, skal hann royna at seta punktum í Aalborg. Lasse Svan hevði ein av sínum heilt ringu døgum, go varð tikin út. Royndi vongurin er eisini slitin eftir eitt hart kappingarár, og tað kann hugsast, at føroyingurin fær nógv spælitíð ímóti Føroyum.

Dysturin sunnudagin er klokkan 17.00 føroyska tíð. Portalurin er við í Aalborg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder