Tað er ikki so sjálvdan, at føroyska A-landsliðið við monnum spælir ímóti Litava, og nógv hava helst góð minnir frá september 2009, tá Súni Olsen og Arnbjørn Hansen skoraðu fyri Føroyar í 2-1 sigrinum í HM-undankappingardysti á Svangaskarði.
Í kvøld er talan um venjingardyst, og harvið eru eingin stig uppá spæl - uttan tey á styrkislistanum hjá FIFA. Høvi verður hjá Håkani Ericson og toymi hansara at síggja liðið í dysti aftur og byggja uppá í menningini av nýggja leikháttinum.
Svenski landsliðsvenjarin til venjingina á Tórsvølli mánadagin (Mynd: Sverri Egholm)
24 leikarar eru í føroyska hópinum, sum kom til Vilnius í gjáramorgunin og vandi á LFF leikvøllinum, har dysturin verður spældur í kvøld. Tað er sami leikvøllurin, sum KÍ spældi Europa League-dystir á í 2018 og 2019 (1-1 endaði tað í báðum førunum)
Brandur Hendriksson og Hallur Hansson hava leikbann til dystin í Riga leygarkvøldið og spæla tí allarhelst leingi ella allan dystin í kvøld. Nakrar broyingar hava verið í hópinum eftir úttøkuna, tí Jóan Símun Edmundsson, Andreas Lava Olsen, Heini Vatnsdal og Patrik Johannesen kortini ikki eru tøkir.
Patrik Johannesen møtti inn mánadagin men fór ikki við ferðalagnum týsdagin (Mynd: Sverri Egholm)
Í hansara stað varð Adrian Justinussen, ið annars skuldi við U21-landsliðnum, boðsendur mánakvøldið. Her til venjing á LFF leikvøllinum í gjár - einum vølli sum Jóannes Kalsø Danielsen spældi á í fjør og í 2019 við KÍ (Mynd: FSF)
Spennandi verður, um nýggir menn sum Magnus Holm Jacobsen, Bartal Wardum, Hilmar Leon Jakobsen og Adrian Justinussen verða at síggja á vøllinum. Allir hava sín fyrsta A-landsdyst til góðar, og tað er fyrstu ferð, at Hilmar Leon og Magnus eru við, Ári Mohr Jónsson var í hópinum seinast uttan at spæla nakran minutt, Kaj Leo í Bartalstovu og Gunnar Nielsen eru aftur, eftir at sótarhaldsreglar í Íslandi hava lagt teimum meinbogar í vegin, og spennandi verður júst á málmansplásssinum. Teitur Gestsson hevur spælt seinastu fýra dystirnar, og nú eru tríggir dystir á skránni innan eina viku.
Bartal Wardum varð boðsendur, tá tað gjørdist greitt, at Heini Vatnsdal hevði ov stórar trupulleikar við baklærinum (Mynd: Sverri Egholm)
20-ára gamli Magnus Holm Jacobsen kann fáa sín fyrsta landsdyst (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrsta bríksl á LFF leikvøllinum verður klokkan 17. Dysturin kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo - ikki í sjónvarpinum.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (Noreg)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Heðin Hansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Magnus Holm Jacobsen, B36
Dan í Soylu, HB
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Adrian Rúnason Justinussen, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald