Fótbóltur

Føroyar sleppa undan størstu kekkisku stjørnuni sunnudagin

Patrik Schick skoraði bæði málini, tá Kekkia vann 2-1 á Føroyum í mars. Nú er vandamikli áleyparin úr Bayer Leverkusen skaddur.

Patrik Schick (nummar 10) avgjørdi fyrr í ár móti Føroyum, tá hann og Gunnar Vatnhamar (nummar 16) skoraðu málini. Annars hevur Schick ikki verið tøkur til dystirnar hjá Kekkia móti júst Føroyum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

Patrik Schick (nummar 10) avgjørdi fyrr í ár móti Føroyum, tá hann og Gunnar Vatnhamar (nummar 16) skoraðu málini. Annars hevur Schick ikki verið tøkur til dystirnar hjá Kekkia móti júst Føroyum seinastu árini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-05 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin varð kekkiski hópurin, sum kemur til Føroya næsta vikuskifti, úttikin. 

Nógvir dugnaligir spælarar úr flestu av fremstu deildunum í Evropa - Premier League, Bundesliguni, Serie A og League 1 eru við - umframt Niðurlondum, Turkalandi, USA og tólv úr bestu kekkisku deildini.

[object Object]
Kekkiski hópurin til EM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Føroyum í næstu viku - 9. og 12. september. Allir spæla á høgum stigi - fleiri í nøkrum av allarstørstu deildunum í Evropa

Á listanum manglar tó mest vandamikla álopsvápnið: Patrik Schick. 

29-ára gamli áleyparin hevur skorað í miðal í beint undir øðrum hvørjum landsdysti: 18 mál í 37 dystum. Hann var ein av toppskjúttunum til EM endaspælið í 2021 við fimm málum.

[object Object]
Patrick Schick fegnast um eitt av hansara fimm málum í EM-endaspælinum í 2021 (Mynd: EPA)

Talið av landsdystum, 37 síðani 2016, sigur eisini søguna um ein spælara, ið hevur verið nakað darvaður av skaðum á yrkisleiðini.  Patrik Schick spældi við Sampdoria og Roma í Serie A, áðrenn hann fór at royna seg við RB Leipzig og síðani Bayer Leverkusen í Týsklandi.

Í Leverkusen hevur kekkin verið við at vunnið Bundesliguna og skorað 67 mál í krútsterku kappingini. Síðsta vikuskifti fór hann av vølli við skaða í lærinum, og hesin heldur Patrik Schick úti næstu vikurnar.

Harvið verður høgi áleyparin ikki at síggja á Tórsvølli sunnukvøldið, og tað eru teir í føroysku verjuni helst ikki so keddir av. Eitt merkisvert er, at í trimum av fýra dystum millum Føroyar og Kekkia seinastu trý árini, hevur Schick bert verið tøkur til tann eina. Tað var í mars, har hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum hjá Kekkia.

[object Object]
Patrick Schick noyðist at hyggja at, hesaferð tá Kekkia og Føroyar spæla (Mynd: Sverri Egholm)

Álopsmakkari hansasara, Adam Hlozek, er eisini skaddur. Annars hevur Kekkia millum annað Vladimir Coufal úr West Ham aftur.

Kekkia tekur hóskvøldið móti Kroatia í Prag. Sunnukvøldið 9. oktober spæla Kekkia og Føroyar á Tórsvølli.

Atgongumerki til dystin fást her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder