Tað var lagt upp til eitt stórt fótbóltskvøld á Tórsvølli, tá Spania var á vitjan. Stóra fótbóltstjóðin hevur millum annað trý stór steyp á rað (2008-2012) at breggja sær av, og hóast liðið av iberisku hálvoynni ikki hevur eins nógva styrki og stór nøvn sum fyri nøkrum árum síðani, so er talan er eitt klassalið. Í kvøld byrjaðu leikarar sum David De Gea, Dani Carvajal, Jordi Alba og Sergio Busquets á bonkinum. Liðformaðurin og málskjúttin Sergio Ramos varð tikin út í steðginum, og hetta er alt helst fyri at spara til umráðandi dystin móti Svøríki mánadagin og fyri at geva øðrum møguleikan. Vælleikandi Santi Cazorla var millum annað aftur í landsliðsblusuni eftir langa fráveru. Hóast liðið ikki var í sterkastu manning, so vístu teir í reyðum til tíðir frálíkt spæl og yvirskot.
(Cazorla og Gilli Rólantsson - Mynd: Sverri Egholm)
Hjá Føroyum var tað merkisvert, at leikararnir ið vanligt eru ávíkavist aftastu maður og fremsti maður ikki vóru við vegna skaða. Klæmint Andrasson Olsen avloysti Jóan Símun Edmundsson á álopinum, og Teitur Matras Gestsson fekk møguleikan at verja málið eftir nógv ár aftanfyri Gunnar Nielsen. Eins og Teitur byrjaði Árni Frederiksberg inni fyri fyrstu ferð í undankappingardysti.
(Teir fyrstu ellivu ið Lars og Jóannes høvdu valt til uppgávuna - Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyrstu tíggju minuttirnar vístu føroyingarnir nakrar góðar taktir, og komu til nøkur innkøst og eitt hornaspark. Trupulleikin var bara, at Spania skoraði uppá sítt hornaspark eftir fimm minuttir, har Ramos var hægstur eftir at eyðsýndi Isco legði inn úr høgru. Spania fekk trýst føroyingarnar langt aftur, og spælið fleyt væl. Eftir tunga spanska yvirvág í nakrar minuttir vórðu føroyingarnir spældir fullkomiliga tunnir, og og tað endaði við, at høgri bakkurin Jesus Navas, sum í verki var meira sum ein høgri kantur, smekkaði bóltin millum beinini á Teiti.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Nú kundi hugsast, at tað kundi endað við, at føroyingar fullu í fátt, og at tað fór at gerast talan um skrædli. Men hóast nakrar spentar støður í føroyska brotsteignum, var tað í málinum móti Fimi, at næsta málið kom. Brandur Hendriksson legði horna úr vinstru, Odmar Færø snittaði víðari og í málteiginum fekk Klæmint Andrasson Olsen beint bóltin í málið við rygginum til málið. Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá 28-ára gamla rituvíkinginum í hansara dysti nummar 21 fyri A-landsliðið. Tíverri gingu bert fáir minuttir, til skot frá Isco rakti stongina og fór síðani umvegis ryggin á Teiti í føroyska málið.
Myndir: Føroyar - Spania
Føroyar komu betri út til 2. hálvleik og fingu skapt nakrar støður. Teir í hvítum fóru hægri at trýsta, og tað var ikki ofta í 2. hálvleiki, at myndin var, at allir leikararnir á vøllinum uttan Kepa vóru 40 metrar ella styttri frá føroyska málinum. Hetta sást í fleiri førum í 1. hálvleiki, har tekniskt sera dugnaligu spaniólarnir spældu runt á føroysku hálvuni. Eftir steðgin kom Spania ikki til so nógvar møguleikar; 4-1 málið var tó gott, og eins og 2-1 málið varð tað skorað av einum bakki. Føroyar skaptu mest støður uppá deyðbóltar, men til tíðir var gott spæl, har Brandur, Hallur og Sølvi gingu á odda. Árni kom eisini væl frá tí á vinstra kanti.
(
(Árni Frederiksberg í nærdysti - Mynd: Jens Kr. Vang)
Sum hálveikurin leið, dovnaði dysturin, og 4-1 var helst ein góð mynd. Spania hevði bóltin nógv meira, men spílaði seg ikki út. Føroyar høvdu uppiborið at fingið eitt mál og komu rímiliga væl frá einari ógvuliga torførari uppgávu, har tað tó haltaði í nøkrum verjustøðum fyri steðgin. Eitt rímiliga jaligt upplivilsi undan dystinum móti Norra mánakvøldið, har Føroyar hava ein meira realistiskan møguleika at fáa nakað burturúr. Skansin var aftur frálíkur, og er vónandi í sama giri mánadagin, tí áskoðarnir gera mun fyri føroyingarnar.
(Skansin var væl við - Mynd: Jens Kr. Vang)
EM undankappingardystur - 3. umfar í bólki F
Tórsvøllur, 8. juni
Føroyar - Spania 1-4 (1-3)
6' Sergio Ramos 0-1
19' Jesus Navas 0-2
30' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
34' Sjálvmál 1-3
71' Jose Gaya 1-4
Føroyska(4-4-1-1): Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Heini Vatnsdal (74' Rógvi Badvinsson) Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen) - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen (68' Patrik Johannesen)
Spania (4-3-3): Kepa Arrizabalaga - Jesus Navas, Sergio Ramos (46'Diego Llorente), Mario Hermoso, José Gaya - Sergi Roberto, Rodri, Santi Cazorla - Iago Aspas (56' Marco Asencio), Alvaro Morata, Isco (74' Fabian Ruiz)
Hini úrslitini í bólkinum:
Norra - Rumenia 2-2 (0-0)
Svøríki - Malta 3-0 (1-0)
Støðan í bólki F:
Spania 9
Svøríki 7
Rumenia 4
Malta 3
Norra 2
Føroyar 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald