Silvurligan, menn:
Føroyar – Eysturríki 0-3 (18-25, 16-25, 13-25)
Eftir at Ísland, sum Føroyar vunnu 3-0 á fríggjakvøldið, hevði givið Eysturríki skarpan gang í gjár, vóru vónir um at Føroyar fóru at gera tað sama við Eysturríki í dag, men soleiðis gekk ikki rættiliga.
Føroyar hingu tó væl í Eysturríki fyrstu løtuna í fyrsta setti, og við fínum blokki javnaðu Føroyar til 8-8. Eysturríki fór framum aftur 10-8, men við góðum smassjum á hvør sínari síðu javnaðu brøðurnir Bjarni og Hjørtur til 11-11. Eysturríki vann so fýra stig á rað, og so var leyst, um ikki liðugt. Men tað var tað, tá Eysturríki gjørdi tað til 25-18.
Føroyar fingu ikki somu góðu byrjan í øðrum setti, og skjótt var Eysturríki komið upp á 11-5 og 14-6. Ein hampilig løta fyri Føroyar minkaði um munin niður í fýra, so støðan gjørdist 16-20, áðrenn Eysturríki spenti í aftur og vann næstu fimm bóltarnar og settið 25-16.
Í triðja setti fór Eysturríki framum 4-0, og hóast munurin bara var trý stig við 5-8, so var munurin stórur – 12 stig – tá Eysturríki hevði vunnið settið 25-13. Tvær røðir við fimm stigum á rað sóust aftur á úrslitinum, tá Eysturríki fór frá 11-6 til 15-6 og so aftur frá 15-7 til 20-7.
Hjá Føroyum var Bjarni Joensen toppskorari við 10 stigum. Filip Ilic vann Føroyum fimm stig, m.a. við tveimum serviessum og einum blokki. Besti blokkari var sum so mangan Jóhan Arni Elisson Wang við tveimum vinnarablokkum umframt tvey onnur stig.
Næsta umfar í Silvurliguni verður næsta vikuskiftið, men tá verða Føroyar ikki við, tá Eysturríki, Ísland og Ísrael kappast í Norðurmakedónia, sum er heimavøllum hjá Ísrael í hesum døgum.
Fjórða og seinasta innleiðandi umfar verður í Eysturríki 7. – 9. juni, og tá verða Føroyar við aftur saman við vertunum og Ísrael.
Nr. 1 og 2. í kappingini spæla síðani finalu. Vinnarin flytur upp í Gullliguna – og vinnur sær eisini 40.000 evrur fyri ómakin.
Støðan í Silvurliguni eftir tvey umfør er at Ísrael og Eysturríki eru nr. 1 og 2 fyri tveir sigrar í part, og uttan iva verða tey, sum skulu spæla finalu. Føroyar eru nr. 3 við einum sigri, tað sama sum Ísland, men Føroyar eru frammanfyri, tí Føroyar vunnu 3-0 heima ímóti Íslandi og taptu 1-3 í Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald