Annað

Føroyar taptu fyri Íslandi í fjórðingsfinaluni

Tað eydnaðist ikki føroyska U19 kvinnulandsliðnum í flogbólti at spæla seg í hálvfinaluna. Kvinnurnar spæla tí móti Onglandi um fimta plássið í morgun.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-27 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

U19 NEVZA, kvinnur:
Føroyar - Ísland 0-3 (12-25, 18-25, 16-25)

Tað eydnaðist ikki føroyska U19 kvinnulandsliðnum í flogbólti at spæla seg í hálvfinaluna í NEVZA-kappingini gjáramorgunin; til tað var íslendska liðið alt ov sterkt. Ístaðin skulu Føroyar spæla um 5. plássið ímóti Onglandi í sunnumorgunin.

Ísland legði fyri sum eitt óløgi og fór framum 8-2 og 17-8, áðrenn settið var vunnið 25-12.

Fyrsta løtan í øðrum setti var tann frægasta hjá Føroyum, sum vóru á odda 12-11, áðrenn Ísland dró frá og vann 25-18.

Triðja settið minti um tað fyrsta, og Ísland legði seg á odda 7-2, og so var spurningurin meira um hvussu stórur, munurin skuldi verða; hann varð upp á 9: 25-16.

Tapið merkir, at Føroyar sunnumorgunin kl. 10 spæla um 5. plássið í kappingini ímóti Onglandi, sum tapti sína fjórðingsfinalu 0-3 (20-25, 24-26, 17-25) ímóti Noregi.

Dysturin ímóti Onglandi kann gerast bæði stuttligur og spennandi, tí tað er serliga ímóti Onglandi, at Føroyar hava vunnið sínar flestu sigrar í hesi kapping, men seinasta ár var Ongland við yvirlutan og vann tvær ferðir á Føroyum. Fyrst í bólkaspælinum og síðani tá spælt varð um plaseringarnar frá nr. fimm til sjey. Í báðum førum vóru dystirnir fimmsettarar, har Føroyar taptu 15-11 og 16-14 í fimta setti.

Slíkir ósigrar taka fast, og hetta ætla føroysku kvinnurnar skal ikki henda aftur á hesum sinni. Serliga ikki á heimavølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder