placeholder
Hondbóltur

Føroyar U20 eru í hálvfinaluni

Føroyar vunnu seinnapartin 29-22 móti Hvítarusslandi.

Mynd: Hsf.fo

Mynd: Hsf.fo

2018-07-26 17:21 Author image
Hsf.fo
placeholder

Hsf.fo: U20 landsliðið við monnum spældi seg í hálvfinaluna í EM-kappingini í Makedonia, tá teir vunnu á Hvítarusslandi seinnapartin. Føroyar vunnu 29-22. 

Tað var eitt taktiskt meistaraverk av venjaratoyminum, Mark Laursen-Marcher og Hjalmari Klein Olsen, og ídnum og væluppløgdum spælarum, ið førdi til ein tryggan sigur á Hvítarusslandi, ið annars var stórfavorittur undan dystinum.

Føroyar spældu allan dystin á tamb við sjey monnum í álopinum og tað vísti seg at rigga avbera væl. Tempoið varð tikið úr dystinum, samstundis sum føroysku leikararnir fingu loyst verjuna hjá hvítarussum.

Við góðum liðavriki, einum vælleikandi Hørði Trygvasyni í málinum, einum brandi av Brandi Halgirssyni í verjuni og einum flúgvandi Vilhelmi Poulsen í álopinum, serliga í seinna hálvleiki, hava Føroyar vunnið seg í hálvfinaluna.

Dysturin í dag er uttan iva tann best spældi dysturin hjá U20 landsliðum í EM-kappingini.

Tað er ikki greitt enn, hvørjum hálvfinalan verður ímóti, men líkt er til, at hon verður móti verttjóðini, Makedonia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder