Fótbóltur

Kendur gøtumaður er nýggjur høvuðsungdómsvenjari í Fuglafirði

Súni Olsen avloysir Jóan Paula Jacobsen, sum hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá ÍF seinastu átta árini. Tvey-ára sáttmáli er gjørdur.

Mary-Ann Zachariassen, forkvinna í ungdómsnevndini, saman við Súna Olsen  (Mynd: ÍF)

Mary-Ann Zachariassen, forkvinna í ungdómsnevndini, saman við Súna Olsen (Mynd: ÍF)

2025-10-28 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ársveitsluni hjá ÍF um vikuskifti bleiv kunngjørt, at nýggjur høvuðsungdómsvenjari er settur í .

Klaksvíkingurin Jóan Pauli Jacobsen hevur síðani 2018 stjórnað ungdómsarbeiðnum innan fótbólt í Fuglafirði.

[object Object]
Jóan Pauli Jacobsen hevur flutt fleiri ting í Fløtugerði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Fuglafirði fegnast tey millum annað um lutfalsliga høgt tal av fótbóltsspælarum, at felagð hevur fleiri landsliðsspælarar, og at U21 hjá ÍF í ár gjørdist føroyameistari.

- Vit nýta høvi at takka fráfarandi høvuðsungdómsvenjara, Jóan Paula Jacobsen, fyri tíðina. Takk fyri títt íkast til felagið hesi 8 árini.

Nýggi maðurin við róðrið komandi tvey árini verður Súni Olsen, sum skal royna at føra arbeiði víðari.

Gøtumaðurin spældi yrkisfótbólt í Niðurlondum og Danmark, vann fleri steyp vð GÍ/Víkingi, B36 og KÍ og spældi 53 A-landsdystir.

Súni Olsen er A-venjari, og hevur millum annað verð venjari hjá bestu kvinnuliðunum hjá B36 og Víkingi, umframt besta mansliðnum hjá B68.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið Súna Olsen inn til Fuglafjarðar og síggja fram til at samstarva við hann, skrivar ÍF á Facebook-síðu sínari.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder