2023-07-09 15:05
Í tennis eydnaðist tað ikki føroyingum at spæla seg víðari til fjórðingsfinaluna í liðkappingini í dag.
Føroyar spældu móti Caymanoyggjum, og taptu tepurt 2-1.
Føroyar vann tvímansleikin. Tað vóru Jón Brekku pg Pætur Marjunarson Dahl, sum vunnu 2-1 við 9-8 í triðja og avgerandi setti.
Men tá høvdu Pætur og Nicholas Thor Lind Petersson long tapt sínar einmansdystir. Nicholas tó sera tepurt við 10-7 í triðja og avgerandi setti.
Harvið er liðkappingin av í tennis hvat føroyskari luttøku viðvíkur, og spælararnir kunnu nú miðsavna seg um einstaklingakappingarnar, sum vera restina av vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald