Fótbóltur

Føroyar vertir fyri EM-endaspæli

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur avgjørt, at Føroyar vera vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17 Gentur, sum verður í apríl-mai í 2021.

Týskland vann EM fyri Gentur U17, sum í ár varð spælt í Bulgaria. Í 2021 verður endaspælið í Føroyum (Mynd: UEFA. com)

Týskland vann EM fyri Gentur U17, sum í ár varð spælt í Bulgaria. Í 2021 verður endaspælið í Føroyum (Mynd: UEFA. com)

2019-09-24 22:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Hetta vóru góð boð at fáa, og tað er ikki frítt, at vit eru errin av at UEFA hevur víst okkurt so stórt álit. Uppgávan verður stór, men umstøðurnar eru góðar og verða eisini munandi betri um stutta tíð, so vit gleða okkum longu, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Europeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur nevniliga avgjørt, at Føroyar vera vertir fyri EM-endaspælinum fyri U17 Gentur, ið skal spælast í 2021.

Kappingin í Føroyum verður væntandi spæld um mánaðarskiftið apríl-mai. Føroyska landsliðið kemur at taka lut í kappingini saman við vinnarunum í teimum ymisku bólkunum í undankappingini, sum verður spæld á heysti næsta ár og á vári í 2021.

- FSF hevur seinastu tíðina lagt nógva orku í at menna og styrkja kvinnufótbóltin í Føroyum, so hetta kemur væl við fyri føroyskan landsliðsfótbólt, sigur Virgar Hvidbro.

Føroyar hava einaferð áður tikið lut í einum endaspæli. Tað var EM-endaspælið fyri U17 Dreingir, sum varð spælt í Kroatia í 2017.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder