Fótbóltur

Føroyar við framúr avriki og metsigri

Montenegro fekk ikki eitt bein á jørðina seinasta tíman ella so á Tórsvølli. Føroyar vunnu 4-0, har serliga Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen vóru í hopla, og har liðið sum heild avrikaði frálíkt.

Miðverjarnir vóru við at halda Montenegro frá veruligum málmøguleikum - Odmar Færø var liðformaður í kvøld og tók stóra ábyrgd (Mynd: Sverri Egholm)

Miðverjarnir vóru við at halda Montenegro frá veruligum málmøguleikum - Odmar Færø var liðformaður í kvøld og tók stóra ábyrgd (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-09 21:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast Montenegro á degnum sá tannleyst og ráðaleyst út, og hóast hetta ikki er toppurin av Evropa, so var talan um eitt av allarflottastu føroysku avrikunum í landsliðssøguni.

Gestirnir av Balkan vóru rætt og slætt flongdir í føroyska heystarveðrinum. Serliga eftir steðgin, har Føroyar komu út sum eitt óløgi og koyrdu á fyri at avgerða dystin.

Les meira um 1. hálvleik her: Føroyar á kós móti sigri

Hetta eydnaðist eisini væl og virðiliga. Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen vóru flúgvandi frá vongplássunum, og í 57. minutti fann fyrrnevndi síðstnevnda við frálíkum innleggi úr vinstru. Hanus stútaði ótarnaður og gjørdist tívfaldur málskjútti.

[object Object]
Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen gjørdu sanniliga sítt, í mun til at skora og leggja út (Mynd: Sverri Egholm)

Hann var eisini stórur partur av brotssparkinum, sum innskifti Jóan Símun Edmundsson vann løtu seinni. Hond, dómarin peikaði á plettin, og Árni Frederiksberg smekkaði eitt punktum á eitt av flottastu einstaklinga avrikinum hjá einum álopskendum føroyskum landsliðsspælara: Trý upplegg og eitt mál.

Sum heild ógvuliga sannførand, stuttligt og flott. Føroyar hava ongantíð vunnið við fýra málum í einum undankappingardysti áður. 

Nógv meira seinni - á Portalinum og FM1

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, hósdagin 8. september
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmál
57' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. (Jóan Símund Edmundsson) 4-0

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Heðinsson Lamhauge – Jóannes Kalsø Danielsen (81' Jann Julin Benjaminsen), Odmar Færø (L), Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (76' Petur Knudsen), Brandur Hendriksson Olsen (68' Geza David Turi), Jákup Biskopstøa Andreasen, Hanus Sørensen (76' Adrian Rúnason Justinussen) – Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson)

Venjari: Eyðun Klakstein

Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

[object Object]
Liðið frá byrjan - hesir stóðu fyri einum framúr føroyskum avriki í kvøld (Mynd: Sverri Eghom)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder