
Føroyskur hondbóltur hevur flutt seg heilt nógv seinastu tíggju árini ella so. Nú er tað ein vani, at landslið á manssíðuni og kvinnusíðuni eru við til stóru endaspølini, og tað er javnan, at hol verður gjørt í sjógvin.
Eitt gjøgnumbrot kom í januar 2017. Tá var talan serliga um 1995 og´1996-árgangirnar. U21-manslandsliðið fylti gomlu høllina á Hálsi, og liðið vann allar tríggjar HM-undandystirnar móti Sveis, Ísrael og Finnlandi. Byrjað var við óvæntaðum sigri móti favorittum í Sveis, og so var hondbóltsfepur í Føroyum. Hetta kenna vit nú aftur: Ungir og knáir spælarar sum megna ymiskt, sum man ikki kundi krevja áðrenn, og fólk fara upp úr stólinum.
Tað vóru eisini heilt mong, ið fylgdu gongdini hjá føroyingunum, tá teir skrivaðu søgu í Algeria. Tá vóru ikki 32 lond og meginumfar sum nú. Tað vóru 24 lond við tið HM-endaspælið: Fýra bólkar við seks liðum í hvørjum har fýra lið komu víðari. Føroyar vunnu tveir teir fyrstu dystirnar - tepurt móti Kili og Suðurkorea - og tað var nóg mikið fyri at koma víðari.
Man gjørdi einki við Noreg og slett ikki nakað við Ungarn í bólkaspælinum, men týskarar vóru skakaðir móti frískligu føroyingunum, sum vóru á odda í steðginum móti mætu hondbóltstjóðini.
Helgi Hildarson Hoydal var liðformaður og undangongumaður á U21-landsliðnum. Hann skoraði heili níggju mál, tá føroyingar bjóðaðu mætu fraklendingunum av í 1/8-finaluni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Frakland var á skránni í áttandapartsfinalu, sum tá var partur av skránni. Føroyingar løgdu seg á ongan hátt niður móti einum av gullfavorittunum og spældu ein flottan dyst móti Dika Mem, Aymeric Minne, Melvyn Richardson og hinum framtíðar gullvinnarunum á A-landsliðnum. Tað endaði 28-25.
Í dystinum um 15. plássi móti Svøríki gjørdi møðin um seg, og ólavsøkan mól kanska meira í høvdinum á spælarunum, ið taptu stórt men vórðu heiðraðir í Vágsbotni kvøldið eftir: Ólavsøkuaftan. Teir vóru sanniliga eisini undangongumenn í føroyskum hondbólti.
U21 HM 2017 (Algeria):
16. pláss (av 24) - Tveir sigrar og fimm tap
Teir tríggir í miðjuni, Kjartan Johansen, Jónas Gunnarson Djurhuus og Áki Egilsnes, vóru allir profilar
Føroyar fingu ikki bara endaspælspláss "av sær sjálvum" eftir 2017-ævintýrið. Í 2019 avrikaðu spælarar, sum vóru føddir umleið aldarsskifti væl í EHF Euro Cup, sum er beint undir EM-endaspølunum, og har EM-pláss eru uppá spæl, men tað rakk ikki til endaspælspláss.
Tað gjørdi tað tó í 2021 hjá "gylta" 2002-árganginum, við hjálp frá Óla Mittún, at vinna eina av EM-undirkappingunum fyri U19-lið: Hetta var við at basa millum annað Kekkia og í finaluni Hvítarussland.
Tað gav pláss í U20-EM árið eftir, og tá byrjaðu Føroyar við at vinna á Danmark. Ein skaði til Elias Ellefsen á Skipagøtu órógvaði tó restina av bólkaspælinum, og Føroyar tóku til enda at takkar við einum 10. plássi í Evropa.
Í 2023 koyrdi alt sum smurt fyrstu dagarnar: Føroyar vunnu fimm av fimm dystum í HM-endaspælinum: Fyrst á Angola og Japan, sum væntað, áðrenn sterku spaniólarnir vórðu syftir við millum annað meistarligum 7 móti 6-spælið. Hvørki Brasil ella Portugal gjørdu nakað við Føroyar í meginumfarinum, og so varð lagt upp til stórar dagar í Berlin.
Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi heilt framúr væl móti Spania og varð nakrar mánaðir seinni kosin besti U21-spælari í heiminum; millum annað takkað verið HM-avrikinum. (Mynd: Sverri Egholm)
So líðandi í kappingini stongdu hini liðini fyri sendingum út til Hákun West av Teigum. Hetta var eitt gott hugskot, tí høgri vongurin, sum nú er týskur meistari og Champions League-vongur, so at siga ikki brendi áðrenn (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún, sum ikki hevði verið við, kom til Týsklands, og sigrast skuldi móti Serbia. Føroyar komu tó ov langt afturum, og fingu bert næstan vent tí. Eitt vónbrot, við øllum vónunum og tí sum var víst áðrenn. Føroyar fingu tó eitt 7. pláss í HM, sum er søguliga flott.
U21 HM 2023 (Týskland):
7. pláss (av 32) - Seks sigrar og tvey tap
Aleksandar Sasha Lacok og Ísak Vedelsbøl vóru við í Týsklandi fyri tveimum árum síðani. Seinni sama summar spældu teir aftur í einari HM-fjórðingsfinalu. Hetta var fyri U19-lið í Kroatia.
Føroyar gjørdu bart og vunnu á Týsklandi og Spania á vegnum. Men eitt hjartaskerandi tap fyri Egyptalandi í fjórðingsfinaluni, har Føroyar mistu eina trý-máls leiðslu seinastu trý sekundini, gjørdi, at ungu menninir júst ikki skrivaðu størri føroyska hondbóltssøgu.
Tað royna teir í 04- og 05- árgangunum hesaferð. Føroyar eru fyri triðju ferð í eins nógvum royndum, komnar víðari úr innleiðandi bólkinum. Hesaferð var man lægst styrkismettur - hetta tí liðið yvirtók styrkismetingina hjá Ný Sælandi, sum Føroyar í roynd og veru avloysa í kappingingini.
Higartil hava ungu menninir ikki himprast í Póllandi: Teir hava bast Norðurmakedónia og Rumenia greitt samanlagt og spælt javnleik móti Íslandi. Føroyar hava tvey stig víðari til meginumfarið og spæla lykladyst móti Fraklandi klokkan 17.30 í morgin. Ein HM-fjórðingsfinala lúrir aftur - men føroyingar skulu avrika ógvuliga væl.
Sí eisini: Óli Mittún er HM-toppskjútti eftir bólkaspælið
Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 2 stig (+7)
2. Danmark 2 stig (+4)
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)
Skráin í bólki III
Í morgin, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
15.15: Danmark - Rumenia
17.30: Føroyar - Frakland
Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia
Tvey lið koma víðari til HM-fjórðingsfinalurnar
Sí eisini: Føroyar spæla móti Fraklandi mánakvøldið - móti Danmark týsdagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald