Evnaríka føroyska U17 kvinnulandsliðið í hondbólti, sum hesa seinastu vikuna hevur kappast í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi, hevur júst vunnið bronsuheiðursmerki.
Eftir tapið móti Niðurlondum í hálvfinaluni, eydnaðist tað teimum fyri løtu síðani at vinna dystin um triðja plássið móti Ukreina
Úrslitið gjørdist 35-27 til Føroyar eftir 15-13 í hálvleikinum. Sum úrslitið vísir, var fyrri hálvleikur meira javnur, men móti endanum av dystinum runnu føroysku kvinnurnar frá teimum ukreinsku.
Føroyskur toppskjúttar vórðu Karin Egholm og Lukka Arge við 8 málum. Hini málini skutu Maria Pálsdóttir Nólsoy 3, Lea Mohr 3, Bjørk Franksdóttir Joensen 3, Poula Fríðheim Petersen 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Karina Debes Heinesen 2, Inga Maria Roysdóttir 1, Marita Fríða Magnadóttir Thomsen 1, Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1.
Máltalvan vísir, at breiddin hjá føroyska liðnum var nógv størri enn hjá tí ukreinska, tí har skjeyt tann eini leikarin, Valeriia Nesterenko næstan helmingin av málunum, 13 tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald