
Talan gjørdist um eina framúr føroyska byrjan í Silver League 2025.
Menninir eru í Íslandi um vikuskifti, og í kvøld sigraðu teir á vertunum í Kópavági.
(Skýggjamynd: Flogbóltssamband Føroya)
Føroyingar løgdu væl frá landi og vunnu tvey tey frystu settini. Í 2. setti var munurin heili sjey bóltar.
Íslendingar fullu tó ikki í fátt. Teir vunnu eitt ógvuliga tætt 3. sett, og síðani lá væl fyri at javna.
2-2 og harvið varð neyðugt við einum púra avgernandi setti. Har stóð á gomlum nøglum í løtum, men tað koppaði til føroyska liðið, sum vísti gott spæl og helt høvdið kalt.
Tað plagar at vera javnt millum Føroyar og Ísland, og tað var tað eisini hesaferð. Í føroysku leguni kunnu teir bara fegnast um, at tað eydnaðist at taka stigini.
Í morgin klokkan 16 bíðar sterka svenska liðið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/13/gallery-thumbnail/1749843058qt5opc9mpl.webp)
Føroyski hópurin áðrenn fráferð mikudagin
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/13/gallery-thumbnail/1749843151zgxtruzmqw.webp)
Kvinnurnar skulu royna seg móti Íslandi í annaðkvøld. Talan er um seinasta umfar í Silvurliguni hjá teimum.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald