Annað

Føroyar vunnu fýra gull í dag - framvegis á odda samanlagt

Svimjararnir Elisabeth Erlendsdóttir og Líggjas Joensen endaðu ovast á skamlinum, og tað gjørdu Tórur Mortensen, longdarlop, og bogaskjúttin Nikkel Petersen eisini. Føroyar hava nú 25 gull, meðan Jersey hevur 23.

Líggjast gjørdi ikki mætari enn at seta oyggjaleikametið á 800 metrum frí við tíðini 7.59.67 (Mynd: svimjing.com)

Líggjast gjørdi ikki mætari enn at seta oyggjaleikametið á 800 metrum frí við tíðini 7.59.67 (Mynd: svimjing.com)

2025-07-16 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingar hava aftur vunnið nógv heiðursmerki á fjórða kappingardegnum á Orknoyggjunum.

Tað er í svimjihylinum, at Føroyar samanlagt hava flest heiðursmerki (22 higartil). Í kvøld gjørdist talan um tvey gullheiðursmerki.

Annan dagin á rað vann Elisabeth Erlendsdóttir gull í einstaklingakapping. Hetta var í 200 metra rygg við tíðini 2.14.97

Líggjas Joensen vann aftur gull. Leirvíkingurin gjørdi ikki mætari enn at seta oyggjaleikametið á 800 metrum frí við tíðini 7.59.67. Líggjas vann greitt - Silas Dam Lindberg endaði við bronsuni.

Bartal Erlingsson Eidesgaard vann eisini bronsu og setti nýtt føroyskt met á 100 metra frísvimjing við tíðini 49.27 - Alisa Vestergård vann bronsu í 50 metrar frísvimjing.

Føroyar høvdu stafettir hjá kvinnum, monnum og blandað: Allar endaðu við silvuri.

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir føroysk heiðursmerki sæst her

Harvið gjørdist hetta ein góður svimjidagur, og vánirnar fyri fleiri heiðursmerkjum í á seinasta svimjidegnum í morgin eru eisini góðar.

Tað eru tær eisini í øðrum ítróttargreinum - millum annað skulu fimleikararnir í gongd aftur í morgin. Føroyar eru í fýra badmintonfinalum fríggjadagin.

Føroyar eru framvegis á odda samanlagt við 25 gullheiðursmerkjum. Jersey er tó komið nærri í dag. Jersey hevur vunnið 23 gull - tað er uppá gullheiðursmerki, at samlaða kappingin verður avgjørd. Føroyar hava samanlagt trý heiðursmerki fleiri enn Jersey

Tórur gjørdi bart - Nikkel vann føroyingafinalu í bogaskjóting

Tað var ikki bert í hylinum, at heiðursmerki komu til høldar. 

Jónas Isaksen endaði við bronsuni í sera spennandi renning á 200 metrum.

Føroyar vunnu eitt gull í frælsum ítrótti: Tað var úrmælingurin Tórur Mortensen, sum við besta lopinum á 7.40 metrar endaði ovast á skammlinum.

[object Object]
Tórur Mortensen endaði við gullinum í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í bogaskjóting varð talan um eina eina føroyingafinalu í compound. Nikkel Petersen vann ógvuliga tættan dyst móti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen ( 142-141: Triðja gullið hjá Nikkel Petersen á Orknoyggjunum.

Tað var eisini nær við, at tað endaði við einari føroyskari bronsu her.

Í áttandapartsfinaluni gjørdi Nikkel eisini bart og setti nýtt oyggjaleikamet við 146 av 150 møguligum stigum. Tó eigur Jóannes Poulsen framvegis føroyska metið upp á 148.

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir føroysk heiðursmerki sæst her

Sí eisini: Video: Løgmaður, borgarstjóri og landsstýrismaður hildu orð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder