Fótbóltur

Føroyar vunnu loksins aftur

Fyrsti kappingarsigur í yvir tvey ár hjá manslandsliðnum eru veruleiki. Talan var um stríðssigur í Armenia: Viljormur Davidsen skoraði einsamalla málið við brotssparki.

Eins og á Tórsvølli í fyrsta umfari, og í fýra øðrum landsdystum, var Viljormur Davidsen púra tryggur úr ellivu metrum. Hesaferð gav tað trý stig til Føroyar - her fegnast føroysku spælararnir um málið í 33. um minutti (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Eins og á Tórsvølli í fyrsta umfari, og í fýra øðrum landsdystum, var Viljormur Davidsen púra tryggur úr ellivu metrum. Hesaferð gav tað trý stig til Føroyar - her fegnast føroysku spælararnir um málið í 33. um minutti (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2024-11-14 19:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin): Tað var stríggið, og føroyska liðið hevði ikki bóltin nógv. Samanspæl var ikki serliga nógv av; eiheldur nógvar støður við mótsstøðumálið.

Tað var tó líkamikið, tá samanum kom. Liðformaðurin Viljormur Davidsen skoraði seint í 1. hálvleiki trygt uppá brotssparkið, sum Brandur Hendriksson Olsen vann, í sambandi við langt innkast. Tað sá út til at vera í lagi: Tó ikki av størstu brotsspørkunum.

Síðani stíddust allir hart fyri at halda nullið. Tað eydnaðist Teiti Getssyni, Gunnari Vatnhamar og hinum at vera fyri tí mesta, sum kundi verið heilt vandamikið.

Harvið fingu Eyðun Klakstein, Atli Gregersen og hinir í toyminum sigur í sínum fyrsta dysti, og spælararnir fingu víst aftur, at Føroyar kunnu vinna kappingardystir.

Hetta var tann fyrsti slíki síðani sigurin á Turkalandi 25. september í 2022. Samstundis var hetta fyrsti útisigurin hjá føroyska manlandsliðnum í yvir fýra ár.

Hann setur Føroyar í heilt góða støðu í bólkinum: Um Lettland ikki vinnur í Norðurmakedónia í kvøld, so er plássið í Deild C í Nations League tryggjað til 2026 eisini. Hetta tí at Lettland og Norðurmakedónia spæla móti hvørjum øðrum í kvøld.

Sterkt stríðsavrik - meira herfrá seinni.

Nations League Deild C, bólkur 4
5. umfar - í dag, hósdagin 14.11 á Vazgen Sargsyan Republican Stadium
Armenia - Føroyar 0-1 (0-1)
33' Viljormur Davidsen, br. 0-1

Støðan í bólkinum:
1. Norðurmakedónia 10 stig *
2. Føroyar 6 stig 
3. Armenia 4 stig
4. Lettland 4 stig *

* Ein dyst færri - spæla seinni í kvøld

Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3): Teitur Matras Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) . Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendrikson Olsen, René Shaki Joensen og Adrian Rúnason Justinussen - Páll Andrasson Klettskarð.

[object Object]Føroyska byrjanarliðið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
62' Hanus Sørensen (René Shaki Joensen)
68' Meinhard Egilsson Olsen (Páll Andrasson Klettskarð) og Petur Knudsen (Adrian Rúnason Justinussen)
75' Noah Mneney (Brandur Hendriksson Olsen) og Sølvi Vatnhamar (Jóannes Bjartalíð)

Høvuðsvenjari (fyribils): Eyðun Klakstein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder