Í níggjunda og seinasta umfari í gjár gjørdu føroyingar bart og vunnu 4-0 á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir.
Dysturin millum fremstu kappingarneytarnar endaði við 3-1 sigri til Andorra móti Kýpros. Tað bar í sær, at Føroyar endaðu trý stig fremri enn Andorra. Endin var, at Monako fekk eisini Kýpros aftur, og otaði seg fram á triðja plássið.
Føroyska liðið vann átta dystir og spældi ein javnan.
Hini úrslitini í síðsta umfari:
Kýpros - Andorra 1-3
Monako - Liktinstein 4-0
Jersey - Malta 3-1
Luksemburg - Kvinnuliðið 4-0
Endaliga støðan
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. At vit høvdu báðar okkara sterkastu telvarar við í Malta var heilt avgerandi fyri, at Føroyar vunnu so sannførandi
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum
1. Helgi Dam Ziska 6/7
2. Høgni Egilstoft Nielsen 7/8
3. John Rødgaard 5½/7
4. Luitjen Akselsson Apol 7½/9
5. Jón í Horni Nielsen 3/5
Lutfalsliga stóð 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol seg best av føroysku telvarunum. Hann gongur heili 57 ratingstig fram. Høgni Egilstoft Nielsen forvinnur 11 ratingstig. Hinir standa at kalla í stað.
Hjá Helga Dam Ziska, sum hevur munandi hægri styrkital enn mótstøðumenninir, er næstan vónleyst at gera nakað ratinglop í hesum kappingum, sama hvussu góð úrtøkan er.
Góða úrslitið endurspeglar ta sterku siðvenju, sum talv hevur í Føroyum. Hóast vit til støddar og í fólkatali verri enn so kunnu sammetast við fleiri av hinum smátjóðunum í Evropa, sum vit kappast við í hesum afturvendandi talvkappingunum, so vísir tað seg ferð eftir ferð, at vit roynast drúgvir.
Hetta var sjeynda smálandakappingin í talvi í Evropa, og Føroyar hava staðið seg best samanlagt hesi árini.
Vinnarar í smálandakappingini
2021 Føroyar
2019 Andorra
2017 Føroyar
2015 Luksemburg
2013 Føroyar
2011 Luksemburg
2009 Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald